TB er nærri bjargingini

At tað við hornasparki stutt undan leikloki eydnaðist at javna á Svangaskarði kann fara at vísa seg at vera rættiliga avgerandi í kappingini um at sleppa undan niðurflyting

Jóannes Hansen
31. august 2023 kl. 20:40

Tað endaði 1-1, tá ið TB í kvøld var á Svangaskarði og spældi ímóti B68. Úrslitið ber við sær, at bæði B68 og TB styrkti eitt vet um sína støðu í kappingini fyri at sleppa undan at flyta niður. B68 er á sjeynda plássi við 18 stigum, og TB er á áttanda plássi við 16 stigum. Frá TB eru tað fýra stig aftur til ÍF og seks stig aftur til AB. Í annaðkvøld fer AB at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og leygardagin fer ÍF at spæla á útivølli ímóti B36.

Tá ið Bjarki Danielsen bríkslaði fyri síðstu ferð í ljósa veðrinum og lítla lotinum, sum darvaði eitt vet, so kendist tað sum um, at tað vóru gestirnir, ið vóru meiri nøgdir við at hava eitt stig suður aftur við sær, meðan heimamenninir høvdu orsøk at iðra seg.

Tað vóru møguleikar í báðum endum, men í steðginum var tað framvegis málleyst. Eitt lítið korter eftir steðgin setti B68 hol á. TB spælararnir vóru frammarlaga í sambandi við deyðbólt, og so gekk tað skjótt hinvegin. Boubacar Sidik Dabo varð púra leysur innanfyri TB verjuna. Hann var sinniligur og í staðin fyri at royna at sneiðia framvið málverjanum, so trillaði hann bóltin  til vinstru fyri sjálvan, og har var Jørgen Nielsen, sum setti bóltin í tóma málið.

Beinanvegin í seinna hálvleiki hevði B68 annars havt risastóran møguleika at seta hol á. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, men Boubacar Sidik Dabo misnýtti, og tað vísti seg at vera kostnaðarmikið. Tá ið B68 13. august og á heimavølli tapti 3-2 ímóti 07 Vestur, var tað Jørgen Nielsen, sum stórar 10 minuttir undan leikloki misnýtti brotsspark, tá ið støðan var 2-2.

Og í dag var tað  Boubacar Sidik Dabo, sum misnýtti brotsspark.

TB vísti fínan hugburð. Sum tíðin leið vóru tað málmøguleikar í báðum endium, og tá tað tað restaðu seks minuttir, var tað Rógvi Joensen, sum við hornasparki úr vinstru sendi bóltin í B68 málið.

Anders Hoff var ein sannur brandur í TB málinum, og heilt til endan vóru hann og liðfelagarnir í TB hepnir. Eftir innlegg úr høgru var innskifti Esmar P. Clementsen hjá B68 púra leysur við handara stólpa, men hann var óheppin og stýrdi bóltin skeivu megin stólpan og ikki í púra opna málið.

B68 – TB 1-1 (0-0)

1-0: Jørgen Nielsen

1-1: Rógvi Joensen

Dómari: Bjarki Danielsen

B68: Benjamin Schubert – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen – Villiam Emil Klein, Jørgen Nielsen, Boubacar Sidik Dabo

TB: Anders Hoff – Jens Erik Bruhn, Salmundur Bech, Musah Armah, Ragnar Joensen – Nikoli Johannesen, Markus Thorberg –John Villi Wøldike Leo, Rógvi Joensen, Samudeen Musah – Onyekachi Hope Ugwuadu