

Tað er botndystur á Argjum, har AB eftir tveir minuttir legði seg á odda 1-0. TB málverjin Anders Hoff noyddist av vøllinum beinanvegin, tí hann er sjúkur. Allan Müller varð skiftur inn, og nøkur sekund seinni lá bólturin í TB málinum. Filip í Liða lyfti bóltin úr høgru og inn ímóti málinum, og málverjin misti bóltin aftur um seg og í málið.
Og áðrenn átta minuttir vóru farnir, var støðan 2-0. Aftur var tað Filip í Liða, sum skoraði, og aftur var talan um mistak hjá TB, sum misti í uppspælinum.
AB – TB kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
AB: Antonio Borrelli – Jákup Pauli Breckmann, Ramzi Toure Idrissou, Viktor Benedik, Samuel Pollard – Bjarni Skála, Ragnar Skála, Santiago Nicolas Lebus – Marius Kryger Lindh, Brian Jakobsen, Filip í Liða
TB: Anders Hoff – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Salmundur Bech, Musah Armah – Markus Thorberg, Rógvi Joensen – Samudeen Musah, Nikolei Johannesen, John Villi Leo Wøldike – Onyekachi Hope Ugwuadu