TB tvífaldur steypavinnari

Bónuskappingin U14 dreingir: TB-Ternan 2-1 (25-21, 22-25, 15-13)

Flogbóltssamband Føroya
24. februar 2024 kl. 15:58

TB hevur tvey steypagull við sær suður aftur í kvøld. Fyrr í dag vunnu U12 dreingirnir sannførandi sigur ímóti ÍF, og nú vunnu U14 dreingirnir hjá TB 2-1 ímóti Ternuni av Toftum.

Ikki kann sigast annað, enn at dreingjasíðan í flogbóltinum á Tvøroyri hevur eina bjarta framtíð. Fyrr í dag, vunnu U12 dreingirnir teirra finalu í Bónuskappinini og U14 dreingirnir hava nú eisini vunnið hesa finaluna. 

Talan var um sera tættan dyst, ímillum TB og Ternuna, har javnbrótari skuldi til, áðrenn TB fór avstað við einum teprum 2-1 signi. Javnbrótarin endaði 15-13 til TB.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Hans Jacob G. Petersen hjá TB.