TB vann trivaligan sigur

Bónusfinala dreingir U12: TB – ÍF 2-0 (25-17, 25-14)

Flogbóltssamband Føroya
24. februar 2024 kl. 15:28

U12 dreingirnir hjá TB vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini.

Tvøradreingir vóru ein ov stórur biti fyri fuglfirðingar í dag, tá finalan í Bónuskappingini fyri dreingir 12 var á skránni. TB vann greiðan 2-0 sigur á ÍF og teir av Tvøroyri eru sostatt steypavinnarar og vinnarar av Bónuskappingini 2024.

 Dagsins leikari var Allan Christiansson í TB.