Teitur: Sovorðið eigur ikki at koma fyri

Deyðbóltar eiga ikki at kosta so nógv, sum teir gjørdu í kvøld, heldur HB liðformaðurin

Jóannes Hansen
15. mars 2024 kl. 21:12

Hetta var tungt. Tað ásannaði Teitur Matras Gestsson, málverji og liðformaður hjá HB eftir 2-1 tapið ímóti Víkingi í Sarpugerði í kvøld.

Serliga iðraði landsliðsmálverjin seg um, at tað vóru tvey mál eftir hornaspark, sum kostaðu stig í Sarpugerði:

-Tá ið vit spæla ímóti Víkingi er tað sum oftast heilt tætt og spennandi og sjáldan meiri enn eitt mál á muni. Tí eigur tað ikki at koma fyri, at teir skora mál eftir horna, og tað eigur als ikki at koma fyri, at teir skora tvey mál eftir hornasparksstøður, segði Teitur Matras Gestsson við Sigurjón Einarsson í FM1.

Teitur Matras Gestsson ásannar, at avrikið í 1. hálvleiki var ikki gott.

-Eftir steðgin vóru vit væl betur. Tíverri øktu teir um leiðsluna, tá ið vit stríddust fyri at javna. Um vit halda fram við avrikinum í 2. hálvleiki, so kann tað bera langt. Nú vera fleiri spælarar upptiknir av landsliðsfótbólti. Tað ber møguleika við sær, at nýggju spælararnir, sum ikki enn hava verið við í dystum, fáa høvi at koma í góða venjing. Teir síggja út til at vera góðir spælarar, og vit gleða okkum at síggja teir á vøllinum, sigur Teitur Matras Gestsson.

Jóhan Petur Poulsen venjari hjá Víkingi er væl nøgdur:

-Tað kennist serliga væl at vinna øll stigini í sovornum dystum. Okkara spælarar vístu góðar hugburð og teir arbeiddu nógv ímóti góðum HB liði. Vit venja nógvar deyðbóltsstøður, og tí er tað sjálvandi kærkomið, tá ið sovornar støður bera bæði eitt og tvey mál við sær, segði venjarin hjá Víkingi við FM1 í Sarpugerði í kvøld.

Víkingur – HB 2-1 (1-0)

1-0: Géza Dávid Turi 36.

2-0: Finnur Justinussen 57.

2-1: Jacob Johansson 73.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard – Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg – Finnur Justinussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Heðin Hansen, Ejvind R. Mouritsen – Leivur F. Guttesen, Hanus Sørensen, Áki D. Samuelsen – Mohamed Samba