Tesla nýtt sølumet

Tað hevur víst seg at vera ein góð avgerð tá amerikanska bilafyritøkan í fleiri umførum lækkaðu prísirnar á teirra elbilum

Ragnar Sjúrðarson
3. juli 2023 kl. 13:20

Í øðrum ársfjórðingi hevur fyritøkan Tesla selt 466.140 bilar á heimsstigi. Tað skrivar tíðindastovan Bloomberg.

Sølan av bilum er hækkað við 10,4 prosentum samanborið við fyrsta ársfjórðingi í ár – og er heili 83,5 prosent hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Í Danmark er talið av tesla bilum eisini hækkandi.

Í fyrra árshelmingi eru 83.334 nýggir tesla bilar skrásettir. Ein hækkan á góð 18 prosentstig samanborið við sama tíðarskeið ín fjør. Tað skriva teir donsku bilinnflytararnir í einum tíðindaskrivi.