Musk vísur ákærum burt um at siga seg taka tesla av keypskálanum til stuttleika

Elon Musk, sum er stjóri í Tesla, er høvuðspersónur í einum rættarmáli, sum snýr seg um nøkur tweets frá 2018, tá hann skrivaði at hann umhugsaði at taka Tesla av keypskálanum

Ragnar Sjúrðarson
24. januar 2023 kl. 15:33

Tað var ikki ein skemtisøga, tá Elon Musk skrivaði á Twitter, at hann umhugsaði at taka Tesla av keypskálanum fyri 420 dollarar fyri hvørt partabræv.

Hetta greiddi vinnulívsmaðurin frá í rættinum í gjár, har hann enn einaferð tók sess í vitnisbásinum í málinum, sum hann er ákærdur í.

Tað skrivar Ritzau.

Málið snýr seg um nøkur boð á Twitter, sum Musk skrivaði í 2018. Musk segði seg ikki bara umhugsa at strika Tesla av keypskálanum, hann skrivaði eisini, at fíggingin var tryggjað til hetta, og at stuðulin frá íleggjarunum var váttaður.

Boðskapurin hevði sjálvandi tí ávirkan, at kursurin á partabrævinum hjá Tesla dalaði nógv, sum kostaði partaeigarunum pening. Tí er rættarmálið í móti Elon Musk byrja.