Tey tilnevndu til FMA 2024 kunngjørd

Tíðindafundur var í Norðurlandahúsinum í dag, har øll tey tilnevndu vóru kunngjørd

Fríðmundur Nattestad
19. februar 2024 kl. 14:15

Tónleikasamband Føroya og Norðurlandahúsið skipaðu fyri tíðindafundi í dag, í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Her vóru allar tilnevningarnar til ársins Faroese Music Awards kunngjørdar.

Marianna Winter Nagata, nevndarlimur í Tónleikasambandi Føroya, kunngjørdi tilnevningarnar

13 virðislønir verða latnar til FMA 2024. Hesi eru tey tilnevndu:

ÁRSINS TÓNASMIÐ

  • Tróndur Bogason

  • Eyðfinn B. Lamhauge

  • Mikael Blak

  • Janus Rasmussen

  • Benjamin Djurhuus

ÁRSINS TÓNLEIKARI

  • Jan Rúni Poulsen

  • Sigrið F. Hansen

  • Per Ingvaldur Højgaard Petersen

  • Benjamin Djurhuus

  • Ólavur Gaard

ÁRSINS MYNDLISTARLIGI SAMLEIKI

  • Brimheim

  • Dania O. Tausen

  • Einangran

  • Klingra

  • Kóboykex

ÁRSINS SPÍRI

  • Katari

  • jazzygold

  • SUPERVISJÓN

  • Andrias Blaasvær

  • Adrenaline

ÁRSINS KLASSISKI PRÍSUR

  • Tróndur Bogason - The Distance Between Us (Útgáva)

  • Kristina Thede Johansen - SANSA Føroyar” (Debut konsert)

  • Eli Tausen á Lava - Ein Tónleikalig Vangamynd (Konsert)

  • Sámal Jákup Jakobsen - Heimasvitan (Útgáva)

  • Anna Katrin Ø. Egilstrøð - From Harbour To Harbour (Konsert)

ÁRSINS SER-ÚTGÁVA

  • SUPERVISJÓN - FAST TRAKK

  • Aldubáran - The Distance Between Us

  • A15 - A15

  • ORKA - All At Once

  • Klingra - ...eftir

ÁRSINS LAG

  • Beinir - Greener

  • Brimheim - Literally Everything

  • Dania O. Tausen - kann eg hava armin soleiðis her?

  • Jónas Gaard (feat. Sigrið) - Farin

  • Byrta - Vak meg ei

ÁRSINS ÚTGÁVA

  • Dania O. Tausen - ja/nei – og restin av vikuni

  • Marius Ziska - RÚM

  • Jógvan - Tøgn

  • Einangran – Vendir vindar

  • AGGRASOPPAR – døgurðaslang

Hesar virðislønirnar verða latnar, uttan nakra tilnevning:

  • ÁRSINS ÁTAK

  • ÁRSINS ÚTFLUTNINGSHEIÐURSLØN

  • HEIÐURSPRÍSUR

  • ÁRSINS FMA

  • ÁRSINS TEKSTUR

Á tíðindafundinum varð eisini kunngjørt, at ein serlig samanseting við Supervisjón og Aldubáruni skulu framføra til tiltakið, umframt at ein serstøk framførsla við Anniku Hoydal verður á skránni. Harafturat vera fleiri framførslur, sum enn eru loyniligar.

FMA virðislønirnar verða latnar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 9. mars klokkan 19.
Vertir til tiltakið vera Rólant Waag Dam og Siri Súsonnudóttir Hansen.

Til ber at keypa atgongumerki til tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.