Tí slóknaði á Tórsvølli í gjár

Tá ljósini slóknaðu mátti dysturin millum B36 og Skála flytast á ovara vøll í Gundadali at verða spældur liðugur.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Helgi Hoydal
17. september 2022 kl. 15:07

Í endanum av dystinum millum B36 og Skála, hendi tað løgna at ljósini á Tórsvølli knappliga slóknaðu, og steðgaðu dystinum.

– Tað var ein tekniskur trupulleiki í einari av mastrunum, sum gjørdi at alt sløknaði, sigur Heðin Reginson, sum hevur ábyrgd av Tórsvølli.

Tekniski trupulleikin gjørdi at tað ikki var møguligt at tendra ljósini aftur, og nú verður arbeitt við feilinum.

– Tað hevur eisini verið arbeitt við ljósmastrunum í seinastuni, og nú hendir hetta. Vit vænta at tað verður loyst skjótt, sigur hann.

Ljósmastrarnar eru yvir tíggju ára gamlar og tað hevur við sær at feilir kunnu henda, staðfestir Hegin Reðinson.

Dysturin millum B36 og Skála var til alla lukku avgjørdur áðrenn ljósið fór. B36 vann dystin 5-0.