Tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Tað hava verið nógvir slíkir tilburðir í ár

Áki Bertholdsen
7. mars 2024 kl. 08:20

Í gjár varð steðgaði løgreglan einum bili á Skipaneskrossinum í Eysturoynni. Løgreglan sigur, at tá ið bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum.

Tað er hann nú skuldsettur fyri. 

Løgreglan sigur, at tað hava verið nógvir tilburðir av hesum slagnum í ár. Tey siga, at hetta er tíggjundi bilførarin, sum er tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum - bara í ár. 

Hetta halda tey er rættiliga nógv, nú tað eru bara tveir mánaðir farnir av árinum.