Tikin fyri at koyra rúsaður

Men tað var ikki einasti trupulleiki hann hevði

Áki Bertholdsen
17. apríl 2024 kl. 09:17

Um náttúrðatíð í gjárkvøldið fekk løgreglan illgruna til ein bilførara á Toftum. Tá ið tey fingu samband við bilføraran fingu tey illgruna um, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Og tá ið rúsevna-roynd varð tikin av honum, gav hon útslag.

Sostatt varð hann skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Samstundis varð hann tikin við til lækna at. taka blóðroynd fyri at staðfesta akkurát, hvussu ávirkaður hann var. Úrslitið av tí verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

Men tað var ikki einasti trupulleikin hesin bilførarin hevði. Tí tá ið løgreglan slóð bilin upp á telduni, funnu tey eisini út av at hann skyldaði vegskatt, og sostatt vórðu pláturnar tiknar av bilinum á staðnum.