Tilnevningarnar til FMA avdúkaðar

11. mars verður tiltakið Faroese Music Awards (FMA), har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað og í dag eru tilnevningarnar avdúkaðar

Dimma.fo
2. mars 2023 kl. 13:04

Hetta er tíggjunda árið á rað, at skipað verður fyri FMA, har føroyskur tónleikur verður fagnaður við livandi tónleiki og virðislønahandanum. Fyri fyrstu ferð er tað Tónleikasamband Føroya, sum skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar.

Í dag eru so tilnevningarnar avdúkaðar. Tað eru tíggju ymiskar virðislønir, og av teimum tíggju eru tað sjey virðislønir, sum hava tilnevningar. 

Tey tilnevndu eru: 

Popp/rokk:

Ársins útgáva:
1. Ivaveður - Vágaverk
2. Gult Myrkur - Guðrið Hansdóttir
3. Can't Hate Myself Into a Different Shape - Brimheim
4. For The Blue Sky - Frum
5. If I made you cry, I'm sorry - Lea Kampmann

Ársins Lag:
1. Síggja av Nýggjum - Marius Ziska
2. Send Mær Meira Pengar - RSP
3. Ballast Millum Maðkar - Æðrasoppar
4. I Should Have Known Better – Tamara
 5. Spotlight – Ester Skála

Opin bólkur:

Ársins Kompositión:
Kári Jacobsen - Vælsignaðir barnaskógvar
Madsen & Egilstrøð - Beinta: Departure
Klingra - Eitt minni
Yggdrasil - "Ichski" á Timint Areh
Oddur Joensen - Jazzmanian Devil

Ársins útgáva/konsert:
Beinta - Madsen & Egilstrøð
Akkordeon og Violin - Anna & Angelika
In a Field - Eli Tausen á Lava
Ælaveður - Pauli í Sandagerði
Føroya Symfoniorkestur, heystkonsert - Mattias Kapnas framførir klaverkonsert eftir Kristian Blak

Aðrar virðislønir:

Ársins spíri:
RSP
Æðrasoppar
Ari Hammer Joensen
Eyði Højsted Horsdal
Ikai

Tekstur:
Útgávan Rangvørg eftir Biritu, Urd og Kára. Tekstir eftir Urd Johannesen.
Útgávan Gult Myrkur eftir Guðrið Hansdóttir. Tekstir eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger
Útgávan Vera eftir Elinborg. Tekstir eftir Elinborg Pálsdóttir.

Visuellur samleiki:
Riley
Einangran
Joe and the Shitboys

Virðislønir, sum ikki hava tilnevningar, eru: Eksport, Tónleikaheiður og Áhoyraravirðislønin. Hesi verða avdúkaði á FMA tann 11. mars í Norðurlandahúsinum. 

Fleiri hátíðarhald
Tónleikasambandið skipar fyri tiltakinum innihaldsliga, men høvið verður eisini nýtt til at hátíðarhalda tveir føðingardagar – tíggju ára dagin hjá FMA og 40 ára dag hjá Norðurlandahúsinum. 

FMA er eitt savnandi tiltak, sum fevnir um øll sløg av tónleiki. Undanfarnu tiltøkini hava verið serstakliga væl móttikin – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum. Eftir tíggju ár kann staðfestast, at FMA er komið fyri at verða.

FMA verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli. Í ár ber til at ogna sær atgongumerki til FMA á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Kostnaðurin er 200 kr, og 100 kr fyri lesandi.

Tiltakið er eisini fyri innboðin, og tískil er tað avmarkað atgongd.