Tiltak: Hugnakvøld fyri kristnar LGBT+arar

Hóskvøldið 12. mai klokkan 19 skipar LGBT+ Føroyar aftur fyri hugnakvøldi fyri kristnar LGBT+arar, har Anne Mette Greve Klemensen, prestur, verður við til eitt prát og fer eisini at svara spurningum

Sigurjón Einarsson
10. mai 2022 kl. 14:35

Nú fer LGBT+ Føroyar aftur at skipa fyri tiltaki fyri kristnar LGBT+arar.

Hesa ferð verður eisini ein prestur við til tiltakið. Tað er Anne Mette Greve Klemensen, sum verður við til tiltakið, ið verður hóskvøldið klokkan 19 á Tórsgøtu 16, har hon fer at svara spurningum.

- Tað kann mangan vera trupult at vera LGBT+ari og kristin, tá ágangurin kann tykjast harður innanfyri samkomurnar, og tað kennist, sum ein ikki er vælkomin. Hóast hetta, so eru tað fleiri, ið sakna eitt trúarlív ella kenna tað sum, at trúarlívið hevur merkt tey á ein neiligan hátt, og tí er gott at hitta onnur, ið hava upplivað tað sama og at tosa við ein prest, ið kann svara uppá ymiskar spurningar og ivamál ein hevur, sigur Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyum, í einum tíðindaskrivi.

Hetta er aðru ferð at skipað verður fyri hugnakvøldi fyri kristnar LGBT+arar.

Tiltakið byrjar hóskvøldið klokkan 19 í hølunum hjá LGBT+ Føroyar á Tórsgøtu 16 - ovast í bygninginum.

Fyriskiparnir siga, at tað hevði verið ynskiligt, um fólk, ið ætla sær til tiltakið, kundu boða frá luttøku á Facebook, Instagram ella lgbt@lgbt.fo áðrenn klokkan 12 hósdagin.