Ongi úrslit

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

Áki Bertholdsen
23. februar kl. 16:21

Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, fer ikki at atkvøða fyri málinum um at projektera Suðuroyartunnilin.

Tað staðfesti hann fyri Løgtinginum beint nú - og hann segði eisini, at hann tað hevur hann boðað frá á røttum staði.

Og tað vakti undran í Løgtinginum, tí tinglimir vístu á, at Framsókn hevði annars sett sum treyt fyri Suðuroyartunlinum, at pensjónsaldurin verður hækkaður. Tað var fyri at styrkja um fíggjarliga haldførið.

Beint eftir døgurða í dag samtykti Løgtingið at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár í 2038. Men nú støða skal takast til Suðuroyartunnilin, sigur Karlot Hergeirsson, at hann tekur ikki undir við tunlinum kortini.

Hann sigur, at fremsta orsøkin er tann, at tunnilin er ov dýrur og verður farið undir hann, fer tað at fáa álvarsamar avleiðingar fyri fíggjarliga haldførið.

Hann sigur, at hann hevur spurt, hvar vit skulu spara, verður farið undir Suðuroyartunnilin, og hvørjar ætlanir skulu útsetast. Men hann sigur, at hann hevur ikki fingið nakað svar.

– Ganga tinglimir og billa sær inn, at hetta ikki fer at fáa stórar avleiðingar fyri haldførið og vælferðarsamfelagið, eru teir bláoygdari enn teir hava loyvi til, sigur hann.

Hann sigur nevniliga, at tað er verri enn so nokk at hækka pensjónsaldurin, tí tað skal nógv meiri til, tí tað loysir bara teir trupulleikar, sum vit longu síggja nú - áðrenn vit fara undir nakran tunnil.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

Í gjár kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00