Tók øll á bóli og fekk tárini at trilla

Amerikanski sjónleikarin, Michael J. Fox, ið hevur Parkinson, var á pallinum og handaði virðisløn til Bafta Awards

Michael J. Fox handaði virðisløn til Bafta Awards (Mynd: Getty Images)
Fríðmundur Nattestad
20. februar 2024 kl. 14:00

Michael J. Fox hevur, síðani hann fekk staðfest Parkinson í 1991, sjáldan víst seg á reyða leyparanum.

Sunnudagin var bretska tiltakið, Bafta Awards, ið letur ymsar virðislønir innan filmsvinnuna, hildið í Royal Festival Hall í London. Fleiri vóru tikin á bóli, tá Michael J. Fox møtti upp til tiltakið, og seinni á kvøldinum eisini trein inn á pallin, fyri at handan virðislønina fyri ársins film.

Sjónleikarin, sum nokk mest er kendur fyri sín leiklut sum Marty McFly, í Back To The Future filmunum, hevur orsaka av sjúku síni trupult við at ganga og at standa.

Hann var tí trillaður inn á pallin í rullistóli, men komin inn á pallin, vildi hann standa sjálvur. Hetta fekk fjøldina til at reisa seg og fagna sjónleikarinum, tá hann reisti seg upp.

Á sosialu miðlunum eru fleiri, sum siga, at tárini trillaðu, ta løtuna sjónleikarin kom á pallin.

Ein rørandi løta, sum kann síggjast í sjónbandinum niðanfyri: