Tóku fýra fólk við rúsevnum í nátt

Tvey av teimum koyrdu bil

Áki Bertholdsen
18. november 2023 kl. 12:40

Í nátt hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at kanna fólk fyri rúsevnum. Í hesum sambandi hava tey steðgað fleiri bilum fyri at vita, um bilførarar vóru ávirkaðir.

Og úrslitið vsr, at tveir bilførarar eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

Samstundis hevur løgreglan eisini kanna onnur fólk, sum tey hava havt illguna og í tí sambandi vórðu tvey fólk tikin afturat við smávegis nøgdum av hassji uppi á sær. Tey høvdu eitt gott gramm í part og tað fáa tey eina bót fyri.

Í nátt varð ein maður eisini skuldsettur fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Hann var so ólátaður, at fólk høvdu ampa av honum. Løgreglan kom eftir honum, men av tí at hann var so fullur, varð hann bara tikin við á støðina og lagdur í brummuna at sova rúsin av sær.

Tá ið hann varð sleptur út aftur í morgun, var tað við eini bót upp á 1500 krónur í limmanum fyri at hava órógvað almenna friðin.