Tónleikatiltakið FMA verður 11. mars

11. mars verður tiltakið Faroese Music Awards (FMA), har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað, hildið fyri 10. ferð

Dimma.fo
23. januar 2023 kl. 10:35

Hetta er tíggjunda árið á rað, at skipað verður fyri FMA, har vit fagna føroyskum tónleiki við livandi tónleiki og virðislønahandanum. Tónleikasamband Føroya skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar.

FMA verður, sum tað plagar – tað vil siga beinleiðis í sjónvarpinum, fullur salur í Norðurlandahúsinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli. Tiltakið er í ár fyri innbodnum gestum.

Savnandi tiltak

Tónleikasamband Føroya er á fyrsta sinni høvuðsfyriskipari av FMA.

Tónleikasamband Føroya var sett á stovn 1. mars 2022. Í sjálvum sær er tað ein varði, at Tónleikasambandið skipar fyri tiltakinum innihaldsliga, men høvið verður eisini nýtt til at hátíðarhalda tveir føðingardagar – 10 ára dagin hjá FMA og 40 ára dag hjá Norðurlandahúsinum.

Tónleikasambandið er meginfelag og landsfelag hjá tónlistafeløgunum í Føroyum og samstundis ovasti felagsskapur innan tónleikavirksemi, tað veri seg innan føroyska tónleikamentan og siðaarv í breiðastu merking, framleiðslu og framførslu v.m.

FMA er eitt savnandi tiltak, sum fevnir um øll sløg av tónleiki. Undanfarnu tiltøkini hava verið serstakliga væl móttikin – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum. Aftan á 10 ár kann staðfestast, at FMA er komið fyri at verða.

Hevur tú útgivið tónleik sjálv/ur? Ella við øðrum plátufelagi enn Tutl?

Í løtuni verður arbeitt við at savna tónleikin, sum er útgivin í 2022.

Í hesum sambandi sóknast Tónleikasambandið eftir tónleiki, ið er útgivin í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. desember í 2022, sum ikki er útgivin av plátufelagnum Tutl.
Nýggjur tónleikur, sum IKKI er útgivin av plátufelagnum Tutl, skal sendast til teldupostadressu composer@composer.fo. Hetta fyri at tryggja at øll, sum hava útgivið tónleik í farna ári, eru í uppskoti til virðisløn á ársins FMA.