Tór Marni skal umboða 20 milliónir lesandi

Á aðalfundinum hjá European Students’ Union (ESU) í París herfyri, varð forsetin í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), Tór Marni Weihe, valdur í starvsnevndina hjá ESU. ESU umboðar umvegis síni 45 limafeløg úr 40 evropeiskum londum fleiri enn 20 milliónir lesandi. Sambært Tór Marna Weihe er hetta eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroysk lesandi

Tíðindaskriv
23. juni 2022 kl. 11:28

Á aðalfundinum hjá European Students’ Union (ESU) í París herfyri, varð forsetin í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), Tór Marni Weihe, valdur í starvsnevndina hjá ESU. Hetta var fyrstu ferð í søguni hjá ESU, at eitt limafelag á sínum fyrsta aðalfundi sum fullur limur valdi at stilla upp valevni til starvsnevndina – og eydnaðist við at fáa valevnið valt inn.

Sambært Tór Marna Weihe er hetta eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroysk lesandi.

 - Hetta er eitt risastórt framstig upp á nógvar mátar. Fyrst og fremst er hetta ein evropeisk álitisváttan til MFS, ið luttók fyri fyrst ferð sum fullur limur. Men hetta er eisini eitt framstig fyri føroysk lesandi, tí at hóast eg í starvsnevndini skal arbeiða fyri øll lesandi í Evropa, so slepst ikki undan, at MFS nú hevur eina rødd í maskinrúminum í ESU, og tað kann bara gagna føroyskum lesandi og føroysku útbúgvingarskipanini.

Umframt at fáa valevni valt í starvsnevndina hjá ESU, var aðalfundurin í París eisini søguligur á annan hátt. Tað eydnaðist nevniliga MFS at fáa Føroyar við í arbeiðsætlanina hjá ESU, og tí fer ESU fyri fyrstu ferð at arbeiða ítøkiliga fyri føroyskum lesandi.

 - Tað eydnaðist okkum at fáa eina orðing um Erasmus+ í arbeiðsæltanina hjá ESU, soleiðis at ESU nú hevur bundið seg til at virka fyri, at føroysk lesandi fáa atgongd til Erasmus+. Hetta verður sjálvandi ikki loyst í eini handavending, men fyri fyrstu ferð er tað altso greiður og ítøkiligur stuðul til Føroyar í Evropa, greiðir Niels Arge, altjóða skrivari í MFS, frá.

MFS fekk fullan limaskap í ESU í november í fjør. Av tí at hvørt land hevur tvær atkvøður í ESU, hava Føroyar líka nógvar sum atkvøður sum til dømis Týskland og Frakland. ESU umboðar umvegis síni 45 limafeløg úr 40 evropeiskum londum fleiri enn 20 milliónir lesandi. ESU situr við borðendan allastaðni, har avgerðir um evropeiskan útbúgvingarpolitikk verða tiknar, og førir eisini fram sjónarmiðini hjá lesandi í øllum týdningarmiklum felagsskapum, ið taka avgerðir um viðurskiftini hjá lesandi – eitt nú tí máttmikla Bologna-fylgibólkinum (Bologna Follow-Up Group), Evropeiska Samveldinum, Evroparáðnum og UNESCO.

Leys Størv