Tórbjørn hugleiðir um Viderø

Tey, ið ikki hava leitað Kristian Osvald Viderø upp, og lisið hann, ja, teimum bíðar eitt heilt univers, sum ikki finst aðrar staðir

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri
28. apríl 2024 kl. 18:48

Miðskeiðis á seinrapartinum í dag helt Bergur Djurhuus Hansen fyrilestur um Kristian Osvald Viderø (sum hann eisini hevur skrivað eina PhD um) í Glyvra kirkju, har væl av fólki var møtt. Urd Johannesen bjóðaði vælkomin, og áðrenn Bergur fekk orðið til ein frálíkan fyrilestur, hevði hon heitt á borgarstjóran um at siga nøkur innleiðandi orð, og tey vóru hesi:

Kristian Osvald Viderø

“Í Heimaradali tænti Nólsoyar-Dánjal. Hann gekk í Miðkirkjugerð at fríggja til Katrina, dóttur Jóhanesar; men brøður hennar virdu hann einkis og vildu ikki, at hann skuldi fáa hana. Ein sunnudag Dánjal kom niðan hagar, sat Jóhanes og las lestur. Tess á millum havdi Dánjal ýtt sær til Katrinar og fingið hana upp á knæ síni. Tá hljóp Melkjor, bróðir Katrinar, á Dánjal, og vóru tá miklar syftingar í roykstovuni. – Tað var tá, sum siður var, at maður, sum vildi ganga at eiga gentu, skuldi fyrst sýna styrki sína og gera eitthvat bragd. – Gamli Jóhanes smeyg sær í stovuna með Brockmanni, men tegar hann hoyrdi mikið óhljóð úr roykstovuni, gloppaði hann hurðina og sá tá Dánjal liggja víðopnan uppi í grúgvuni og grúgvusteinarnar bólta út á gólv. – Men Dánjal fekk Katrina. - -“.

Soleiðis stendur skrivað í Saga Skálavíkar og hendi tað ikki, at Dánjal fekk Katrina, so var tað onkur annar sum stóð her á kórsgáttini í dag. Einaferð vit báðir Jógvan Fríðriksson skuldu flyta fram røður í Núpsdali norðanvert Skálavík, hetta var fyri 12 árum síðan, ringdi Mortan hjá Kaj til mín, hann er úr somu íleguslóð, og minti meg á hesi orðini hjá Viderø. Dánjal og Katrin gjørdust foreldur hjá gitna bátasmiðinum Jóhan í Garði í Nólsoy, og hann var m.a. pápi at langabba mínum Poul Nikláa Danielsen og Jóhonnu Mariu, ið giftist við Mortani í Hvannasundi, sum fostraði upp teir kendu trolaraskipararnar, sum gingu undir heitinum Hvannasundsbrøðurnir. Poul Niklái fekk hægstu nautisku útbúgving frá navigatiónsskúlanum á Bogø, var skipari og skipaeigari, og helt sjómansskúla í egnum húsum í Heiðunum, har hann hevði sett seg niður saman við konuni Kristinu av Oyrareingjum.

Nú vaks eg upp í einum húsum í Syðrugøtu, har hvør einasta upprunabók, skrivað á føroyskum máli, kom í húsið. Ørminnist sum smádrongur ímillum allar ta einu – ”Ferð mín til Jorsala”. Hevði ikki skil fyri at lesa hana, men helst hevur heitið kjálkað at tí sum vit lærdu í sunnudagsskúlanum í bygdini, og kanska byrjaði árenningin longu tá til mína egnu Jorsalaferð í 2009. Eitt kvøldið ta ferðina, meðan vit gistu í einum stórum tjaldi í Negev oyðimørkini, var bálhugni, og tá las eg fyri ferðalagnum um tungu líðingarfetini eftir Via Dolorosa niðan á Golgata, burturúr debutbókini hjá Kristani Osvald Viderø.

Tað løgna hendi, at eg kom at hitta hendan sjáldsama mannin undan Gerðabrekku í Skálavík, áðrenn eg las ein einasta stav, sum hann hevði skrivað. Prestarnir gistu altíð á Langanesi, táið teir ferðaðust um hesi svæði, og abbi mín og Viderø høvdu nógv at tosa um, ja, so nógv, at pastorurin tann eina sunnudagin var í seinra lagi oman í kirkjuna, og táið hann kom oman hagar, hevði hann gloymt pípukragan eftir. Tá sendi omma eina fastir mína oman við honum, og prestur fekk í tøkum tíma fatlað kragan um hálsin, áðrenn hann fór upp á prædikustólin. Abbi hevði eina øgiliga virðing fyri prestum, helst hava teir verið nóg djúpir at tosa við, og ofta vildi hann hava okkum dreingir at sita til borðs saman við teimum. Giti at tað hevur verið onkur disciplinerandi aktión, sum hevur verið endamálið, sum gamal skipari var hann ógviliga striksur til og kortini góðhjartaður. Helst vildi hann, at vit skuldu royna at vera í rúmi saman við einum intellektuellum, sum í tosi lá nakað omanfyri gerandisliga túnatosið. Eitt sum hann tók til var, at Viderø fór undan rekkjuváðini hvønn morgun kl. 6 fyri at íðka fimleik úti á loftsganginum, hetta var ikki gerandiskostur um hesi svæði um tað mundið.

Ikki fyrrenn Bókagarður gav ”Ferð mín til Jorsala” út í offset-endurprenti í 1984, eydnaðist mær at fáa fatur í henni. Var tá farin til skips aftur eftir loknan skúla, og brúkti partar av frívaktunum til at fáa bilbukt við tær fyrstu blaðsíðurnar, onkuntíð kendist tað sum at seta undir klett, men komin einar 30 síður fram glapp, og tað kendist sum ein opinbering, eisini málsliga. Ein ummælari skrivaði, tá bókin kom út, at tað kendist sum at reka á hørðum botni at lesa hana, hann hevði helst ikki tað tol, ið skuldi til. Síðan havi eg sjálvur lisið hana fleiri ferðir, og annars alt hitt rúgvismikla ritverk hansara – K. O. Viderø. Seinri havi eg eisini fingið fatur á nøkrum eintøkum av frumútgávuni, sum børn og abbabørn vónandi einaferð kunnu fáa gleði av.

Tað man vera mongum ein gáta, at tað hevur borið honum til at skriva alt tað, sum liggur eftir hann, serliga táið ein hugsar um umstøðurnar hjá honum á vallaraferðunum. Hartil koma týðingarnar – dastið av gomlu paktini úr grikskum, og hann hevði eisini ein fingur við í spælinum, táið Ilionskvæði hjá Homeros var fyrireikað til útgávu, hetta verk, sum hjá gomlu grikkunum var skaldaverkið, ið bar av øllum. Viderø týddi 88 ørindi, sum Janus Djurhuus hevði lagt burturúr, og hann las alt handritið ígjøgnum og gjørdi viðmerkingar til týðingina. Ein dagin eg hitti son hansara í havnargøtum, vit eru javnir í árum og navnar, spurdi eg hann um hetta. Hann er annars kendur skurðlækni, og tað var hann sum á sinni saman við Kræklingum sang um svarta ravnin hjá vestmenninginum Martini Joensen. Tá tey búðu í prestagarðinum í Hvalba var hann komin í ein slíkan aldur, at hann var farin at fáast við at spæla tónleik saman við øðrum. Tá var buldur og brak í Leirum, angelsaksiskur poppur og rokkur, men tað nervaði ikki pápan. Táið hann hevði etið náttverða, helt hann inn á skrivstovuna, og har sat hann fyri afturlatnari hurð og granskaði og skrivaði, líka til møðin legði hann í rekkjuna.

Maður fær ikki lagt so rúgvismikið ritverk eftir seg uttan at hava sopið til sín upp úr ritverkum hjá øðrum, og eyðsýnt er, at Spengler, Dante, Nietzsche, Schopenhauer o.a. hava staðið frammalaga, íhaldnir vil onkur siga, men okkurt bendir á, at Viderø ikki letur seg taka av fótum soleiðis uttan víðari. M.a. knýtir hann seg ikki í nakra rørslu, og longu í 1931, eftir at hava frekventerað eitt summarskeið í Týsklandi, hevur hann gjøgnumkskoðað nýggju bylgjuna sum var á veg, táið hann ger nógv burturúr einum nazistiskum professara, sum hann heldur vera púra frá ”sær sjálvum.” Kend er eisini ólavsøkuprædika hansara frá fyrst í fimmtiárunum, táið hann ikki eirir tingmenninar. Ein sekvensur er:

”Standi ikki har frammi eins og skinklandi rossleypar, so sum Nólsoyar Páll eyknevndi undanmenn tykkara á sinni, tá ið hann yrkti:

Har vóru settir rossleypar

fýra ferðir tólv,

rundan um lundan gyrdust teir

sum náttarsólin hálv.

Ja, nógv ræður um tykkum stavnabúgvar, um henda siglingsferð skal eydnast ella ikki - tað ræður um at standa støðugt á varðhaldi, at líta út so víðan og djúpt inn í náttarmyrkrið og kavaroksódnirnar, allar vegir, har vandar liggja á loynum – einans hugsa um at finna veg og ryðja rás og ikki unna sær matnáðir ella blund í eyguni – ein rættur stavnabúgvi skríður í skræðuni – ”thi nidkærhed for dit hus har fortæret ham” – hann hevur sum fyrimynd Móses, ið valdi at tola ilt saman við fólki Guðs enn at hava eina stutta syndanjóting í Egyptalandi, og hann ber glaður sjálvur hin størsta saknin.”

Minnist at eg ein dagin hitti íslendingin Úlv Hjørvar, sála, á Vaglinum. Hann var sjálvur bókmentafrøðingur og skald. Kona hansara Helga var tá oddviti í Norðurlandahúsinum. Hann hevði eisini lisið bókina um Jorsalaferðina fleiri ferðir, og eg minnist serliga væl endareplikkina hjá honum, áðrenn vit skiltust: “Hevði Kristian Osvald verið uppi á døgum, átti hann at fingið Norðurlendsku bókmentavirðislønina, um ikki Nobel heiðurin, fyri fagrar bókmentir.”

Viderø er ein av hesum sjáldsomu rithøvundunum, ið fer at vaksa í mæti, sum tíðin líður frá. Fyri fáum árum síðan helt onkur bókmentafrøðingur hann vera í so lakan, í hvussu er bleiv hann ikki kanóniseraður ímillum hitt úrvalda liðið á ovastu rókum – á skaldskaparsins Parnassos. Í dag hevur maður skrivað doktararitgerð um hendan úrmælingin undan Gerðarbrekku. Hann leitaði støðugt eftir frumkelduni til civilisatiónina. Tí ósminkaðu, leys av yvirflatiska junk-food kulturinum, sum fær alt størri fastatøkur á vesturlendingum.

Fyri nøkrum árum síðan frætti eg frá einum, sum hevði hitt Viderø í Keypmannahavn, stutt fyri at hann doyði. Holdið helt ikki til leitanina og fjakkanina longur, stempulringarnir vóru skammfílaðir, amboðið var niðurslitið. Inni hjá einum kenningi slektaður úr Hvalba fór andin á flog, meðan tað guvaði úr sigarvindlinum. Hugfjarur grundaði hann yvir hesa nýggju tíðini, har fólkið var vorðið leyst av øllum substansi, jørðildið var slept, og alt meira bleiv nútíðarmenniskjað sleipað inn í eina týdningarleysa peningamaskinu, hvørs kringekja gekk skjótari og skjótari, bara fyri materiella vinningin hjá onkrum øðrum.

Plastikkkultururin í mentanarliga illa gróðursettum londum segði honum onki, hetta sæst aftur í bókmentum hansara, og æviga tráanin eftir at koma allan vegin fram til kelduna, man mangan hava givið honum ein hvøkk. Hugsi t.d. um ta ferðina, hann var í audiens hjá pávanum í Roma, manninum við lyklunum til Himmiríkisins grindir. Nærri hinum Alvalda bar illa til at koma, nú stóð bara Vicarium Dei ímillum Viderø og evsta Dráttin. Á seinasta teininum fram hagar til hin úrvalda, í hesi veldugu meginkirkju, steðgar hann á, og lesur á ryggstavinum á einum stóli “Ubi Petrus” og hinumegin “Ubi Ecclesia”. “Har, sum Pætur er, har er kirkjan.” Kanska var hetta hátignarstólurin. Tveir enskir prestar standa nærindis, og táið hann hoyrir teir spjalla saman um skamtanarkort, bacon og egg á hesum heilaga staði, tá tókti honum, at ljómin fánaði í høll. “Catedra” minkaði í hvørjum, og tað kendist fyri honum, sum stóð hann aftur á turrum. Reina áin, sum rann undan tempulgáttini í Jerusalem, var gruggað.

Maðurin, sum flutti gomlu paktina yvir í føroyskt mál er vorðin eitt ikon. Ein legenda. Ein óundansleppandi kastali – ein skansi - í føroyskum skaldskapi og málsligum virki. Sum menniskja, prestur, guðfrøðingur, fjakkari, filosoffur, skald, týðari og søgumaður á sín serliga hátt. Umstøðurnar vóru ikki tær bestu, táið hann flutti Hitt Gamla Testamentið úr grikskum yvir á føroyska tungu í pappírstroti umvegis havragrýnseskjurnar, hann fekk frá handilsmanninum norðuri í Hvalvík. Sigi sum gamli landslæknin, Hanus D. Joensen: “Hvørki málsliga ella guðfrøðiliga eri eg sjálvandi førur fyri at meta um hesa týðing, men eg havi kortini í øðrum ørindum ógvuliga gjølla fleiri ferðir lisið hana, og so hvørt borið hana saman við týðing Victor Danielsens og týðingar til onnur mál. Mær tykir, at týðingin er góð, í støðum eitt meistarverk. Aðrir høvdu sett á Gamla Testamentið, eitt nú Jóan Petur uppi í Trøð (við stuðuli frá Hammershaimb, prósti), Jógvan Poulsen og fremst av øllum Jákup Dahl við Sálmunum, Orðtøkum Sálamons og Prædikaranum. Men enn vóru út við teir níggju tíggjundapartarnir av Gamla Testamentið eftir at týða, út við tveir triðingar av allari Bíbliuni. Kristian Osvald byggir, men ikki bara, á tað bíbliumálið, sum Jákup Dahl hevði skapað.”

Tey, ið ikki hava leitað Kristian Osvald Viderø upp, og lisið hann, ja, teimum bíðar eitt heilt univers, sum ikki finst aðrar staðir. Honum hevur tjóðin mikið fyri at takka, og eg takki fyri tann avgerandi munin hann í alla mátar gjørdi mær á lívsleiðini, m.a. tað, at eg í Saga Skálavíkar fekk at vita, at eg, umframt so mangar aðrar ílegustreingir, eri eitt produkt úr Miðkirkjugerði í Skálavík.