Tórshavnar kommuna fingið nýggjan deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina

Jan Mølvad Laursen er nýggjur deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina í Tórshavnar kommunu

Jan Mølvad Laursen (næstuttast til høgru) er settur í starvið sum deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: torshavn.fo)
Sigurjón Einarsson
18. januar 2023 kl. 15:05

Tórshavnar kommuna hevur sett Jan Mølvad Laursen í starvið sum deildarleiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina, sum umsitur alt dagstovnaøkið í kommununi.

Hann tekur við eftir Beintu Dalbø, sum eftir sjey ár hevur valt at siga deildarleiðarastarvið frá sær.

Jan Mølvad Laursen er útbúgvin námsfrøðingur við drúgvum leiðsluroyndum sum stovnsleiðari og eindarleiðari á dagstovnaøkinum í kommununi.

Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving.

Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur umleið 800 starvsfólk og umleið 2.400 børn og ung - alt frá vøggustovu og barnagarði til frítíðarskúlar og ungdómsklubbar. Samlaði fíggjarkarmurin er umleið 250 milliónir krónur, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Jan Mølvad Laursen tekur við starvinum 1. februar 2023.

Kelda: Tórshavnar kommuna