Tórshavnar kommuna leggur fram nýggjan vinnupolitikk
Framløgan verður almenn
Fríðmundur Nattestad
13. mai 2024 kl. 19:00
Fríggjadagin verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur alment fram á Reinsarínum í Tórsgøtu.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.
Kommunan hevur orðað nýggjan vinnupolitikki fyri árini 2024 til 2028, og fríggjadagin verður høvið hjá áhugaðum at hoyra meira um nýggja vinnupolitikkin.
Tiltakið verður klokkan 14 til 15.