Toskurin á Føroyabanka møguliga um at koma seg

Mikudagin kom Jákup Sverri aftur frá árligu heystyvirlitstrolingina á Føroyabanka, og úrslitið boðar frá góðum

Kristian Waag Dam
16. september 2022 kl. 09:42

Mikudagin kom Jákup Sverri aftur frá árligu heystyvirlitstrolingina á Føroyabanka, og úrslitið boðar frá góðum. 

Sambært Havstovuni, so var væl meira at fáa av toski enn undanfarin ár og var hetta toskur í øllum støddum. Hetta samsvarar við úrslitini frá yvirlitstrolingini um várið, har meira hevur verið at fingið av toski síðan 2020. Sostatt eru tekin um, at toskurin á Føroyabanka møguliga er í holt við at koma fyri seg aftur.

Í 2006 var toskastovnurin minkaður í nærum einki. Friðing varð sett í verk í 2008, og hýsan kom fyri seg í 2017. Eisini øktist nøgdin av longu og havtasku nógv um hetta mundið, men lítið var at fáa av toski, bæði í yvirlitstrolingunum og í royndarveiðu við línu.

Tað hevur áður verið prátað um, at toskurin á Føroyabanka ikki tolir so væl øktan sjóvarhita og at hetta møguliga er orsøkin til, at toskurin ikki er komin fyri seg eins og onnur fiskasløg, havandi í huga, at sjógvurin er serstakliga heitur á Føroyabanka.

Tó bendir úrslitið frá heystyvirlitstrolingini á, at støðan er meira jalig, og at eitt lágt veiðitrýst er ein hóskiligur háttur at fáa toskin á Føroyabanka – og møguliga aðrar staðir við – at koma fyri seg aftur og at trívast.

Sambært Havstovuni, vísti heystyvirlitstrolingin eisini, at tað framvegis er nógv til av hýsu á Føroyabanka, men at nøgdirnar av longu og havtasku møguliga eru minkaðar nakað. Nebbasild var høvuðsføðin hjá toskinum Jákup Sverri fekk í síðstu viku. Hetta er møguliga ein orsøk til, at lítið fæst av toski við línu.

Kelda: Hav.fo