Tríggir føroyskir heimsmeistarar

Tað gekk sera væl hjá føroyingunum, sum fríggjadagin luttóku í HM í inniróðri í Prag

Mynd: RSF
Inniróður RSF
23. februar 2024 kl. 23:41

Føroysku rógvararnir hava aftur staðfest, at teir eru heimsins bestu.

Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í dag hava føroysku rógvararnir kappast á 500 m.

Símum Tórur róði í bólkinum 19-20. Símun Tórur, sum hevur kappast netborðið, legði hart út við góðum starti. Símun Tórur róði seg í harðari kapping til eitt flott 9. pláss.

Zoe róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Kappingin var hørð í startinum, men Zoe róði ein sannførandi róður og lat ongan iva vera um, at hon fór at vinna kappingina.

Vár róði í bólkinum 21-22. Kappingin var hørð í startinum, men Vár leyp frá kappingarneytunum og økti um frástøðuna. Vár kom fyrst um málstrikuna og setti samstundis persónligt met.

Sarita róði í lættvektsbólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Við einum góðum starti legði Sarita seg á odda longu frá byrjan og lá á odda gjøgnum allan róðurin, til hon kom fyrst á mál.

Sára Maria og Kristina róðu í bólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Sára Maria og Kristina fingu báðar ein góðan start og vóru lóðu leingi frammi í oddunum. Sára Maria kom um málstrikuna sum nr. 2, og Kristina róði seg í harðari kapping til eitt flott 5. pláss í HM og eitt flott 4. plass í EM. Bæði Sára Maria og Kristina settu persónlig met.

Bólkur

Nr. 

Navn

Tíð

M19-20

9

Símun Tórur Joen-Jacobsen (Virtuelt)

1:21.0

LW21-22 

1

Zoe E. Dickson

1:39.6

W21-22

1

Vár Guriardóttir Hansen

1:29.4

LW23-39

1

Sarita Kristina Hansen 

1:38.5

W23-39

5

Kristina Roest

1:34.4

W23-39

2

Sára Maria Johansen

1:32.2