Tríggir føroyskir tónleikarar á Trondheim Calling

Eftir ætlan skuldu Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech spæla á tí viðurkenda festivalinum Trondheim Calling fyrr í ár, men tær táverandi koronuavmarkingarnar í Norra forðaðu tíverri fyri at fáa festivalin settan í verk. Nú er greitt at samstarvið verður tikið uppaftur, og at øll trý tónlistafólkini eru við á festivalinum í 2023

Horrse, Dania O. Tausen and Greta Svabo Bech fara øll á Trondheim Calling 2023. (Pressumynd).
Kristian Waag Dam
28. september 2022 kl. 13:50

Eftir ætlan skuldu Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech spæla á tí viðurkenda festivalinum Trondheim Calling fyrr í ár, men tær táverandi koronuavmarkingarnar í Norra forðaðu tíverri fyri at fáa festivalin settan í verk.

Í dag boðar Faroe Music Export (FMX) frá at samstarvið verður uppafturtikið, og at øll trý tónlistafólkini eru við á festivalinum í 2023, soleiðis skrivar FMX í tíðindaskrivi.

- Hetta er nakað, vit hava arbeitt við leingi. Tað var eitt ógvisligt bakkast hjá okkum øllum, tá ið korona fór at herja og beindi fyri hesum møguleikanum í ár, men nú eru vit fult motiverað til at taka henda fína møguleikan í 2023. Trondheim Calling er ein hollur og góður festivalur við mongum norðurlendskum umboðum og stórari áhoyrarafjøld og er ikki minst eitt frálíkt møtipláss hjá okkara føroysku tónlistafólkum og møguligu samstarvsfeløgum, sigur stjórin í FMX, Glenn Larsen.

Fyriskipararnir í Norra eru eisini spentir og fegnir um at samstarvið nú er tikið uppaftur.

- Vit eru rættiliga hugtikin av tí stigi, sum føroysk tónlistafólk virka á við sínum fjøltáttaðu føroysku tónleikaskrá, og vit eru sera fegin um, at Horrse, Dania O. Tausen and Greta Svabo Bech koma á Trondheim Calling 2023. Vit vóru á G! Festivalinum í summar og høvdu eina ta bestu festivaluppliving yvirhøvur. Heimurin fer at vera eitt betri stað við meira føroyskum tónleiki og føroyskum blíðskapi, sigur Thomas Ryjord, dagligur leiðari hjá Trondheim Calling.

Ein góður pallur hjá føroyskum tónleikarum

Longu í 2020 birtist hugskotið um at fáa ein nýggjan form fyri avtalu við Trondheim Calling, har eitt ávíst tal á føroyskum tónlistafólkum skuldi fáa pláss á festivalinum, og Føroyar og okkara tónleikapallur skuldi fáa góða umboðan bæði fyri og eftir festivalin. Samstundis skuldi G! Festivalurin kjósa sær ein favoritt frá Trondheim Calling, ið fær pláss á festivalinum í Gøtu summarið eftir.

Tað tók, sjálvsagt við alheimsfarsóttini í huga, nøkur ár at byggja ætlanina uppaftur, men í februar 2023 verður samstarvsætlanin endiliga framd í verki fyri fyrstu ferð, og í dag eru Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech almannakunngjørd sum føroysk tónlistafólk á Trondheim Calling 2023.

Festivalurin fær norðurlendskt fokus, og umframt at vera umboðaðar við heilum trimum tónlistafólkum vera føroysk umboð við í almennum orðaskifti, á pallborðsfundum og umboðsskránni.

 Um Trondheim Calling

Trondheim Calling er ein tann størsti vinnuligi tónleikapallurin í Norra. Her koma nógv nýggj tónlistafólk fram á leiðini móti einum gjøgnumbroti. Tiltakið er í tveimum og er skipað sum ein musikkfestivalur um kvøldið og um dagin ein ráðstevnu fyri tónlistafólk og tónleikavinnu. Festivalurin savnaði meira enn 7.000 vitjandi í 2020.

Trondheim Calling er í 2023 frá 9. til 11. februar.