Tríggjar mánaða fongsulsrevsing og útivísing úr Føroyum

Ein útlendskur maður varð í gjár dømdur tríggjar mánaða fongsulsrevsing og útivísing úr Føroyum fyri grovan harðskap

Steinar Patursson
2. november 2022 kl. 16:10

Ein útlendskur maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at hann fekk dóm um at verða útvístur úr Føroyum.

Maðurin varð dømdur fyri í mars í fjør at hava kastað tvey gløs eftir andlitunum hjá tveimum ymiskum fólkum.

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, og sum eisini førdi málið í Føroya rætti, sigur, at tá kastað verður við gløsum eftir andlitum á hendan hátt, telur tað sum grovur harðskapur, og tí varð maðurin rættarførdur eftir grein 245 í revsilógini.

Harðskapurin fór fram í privatari veitslu, sigur Katrin Thorsvig Hansen.

Útlendski maðurin skal nú inn at sita í tríggjar mánaðir, áðrenn hann verður leyslatin og síðani tikin vestur í Vágarnar, har hann verður sendur av landinum.

Maðurin hevur kortini kært dómin, og eftir ætlan er landsrætturin í Føroyum seinast í mánaðinum.