Trøllabeiggi í Havnar Bio

Endiliga verður tað aftur møguligt at síggja nógv umrødda føroyska filmin, Trøllabeiggi, ið seinasta árið hevur verið á yvir 100 festivalum kring knøttin og vunnið 84 virðislønir; seinast á Mumbai International Film Festival, sum er ein hin størsti og mest víðagitni stuttfilmsfestivalinum í Suður Asia.

Kristian Waag Dam
20. juni 2022 kl. 14:40

Endiliga verður tað aftur møguligt at síggja nógv umrødda føroyska filmin, Trøllabeiggi, ið seinasta árið hevur verið á yvir 100 festivalum kring knøttin og vunnið 84 virðislønir; seinast á Mumbai International Film Festival, sum er ein hin størsti og mest víðagitni stuttfilmsfestivalinum í Suður Asia.

Talan er um tvær sýningar, ið Havnar Bio hevur sett á skrá mikukvøldið 22. juni klokkan 19.00 og klokkan 20.30. Filmurin er hálvan tíma til longdar og eftir hvørja sýning verður høvið at seta leikstjóranum spurningar.

Samandráttur

Trøllabeiggi fer fram seinast í 1800'talinum. Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at elsti beiggin er deyður, stríðast teir báðir, ið eftir eru, hvør í sínum lag fyri tilveruni og sambandinum sínámillum. Huglagið hevur íblástur úr millum annað klassiskum kovboy filmum, men í einum serføroyskum kovboy stíli: ein skerpi-western um man vil, har bæði ljóðuniversið, litviðgerð, søga – ja, stílur sum heild er serføroyskur. Evni í filminum eru: familja, trúgv, náttúruna, ósemjur og stríð, skemt og arging, sterkar kenslur og deyði.

Nógv kend andlit

Hetta er ein dygdarverkætlan har nøkur av bestu fakfólkunum innan vinnuna eru við: Gudmund Helmsdal er stigtakari, leikstjóri og framleiðari; Gudmund, Rakel Helmsdal og Torfinnur Jákupsson hava saman skrivað leikritið; Búi Dam og Nicolaj Falk spæla høvuðsleiklutirnar; Rógvi Rasmussen filmaði, Sámal Blak og Ole Jakob Nielsen gjørdu palllutir, Jonas Wagner klipti, Tróndur Bogason skrivaði tónleikin, Eivør Pálsdóttir syngur, Jón McBirnie ljóðblandaði, Johannus E. Johansen gjørdi visuellar effektir og Rúna Friis Kjær litviðgjørdi.

Havnar Bio hevur sett tvær sýningar á skrá mikukvøldið 22. juni klokkan 19.00 og klokkan 20.30.