Trom vann tvær virðislønir í gjár

Talan er um eina virðisløn til høvuðsleiklutin í filminum, Ulrich Thomsen, ið spælir Hannis Martinsson. Haraftrat vann Trom eisini virðislønina “special jury prize”

Olaf Johannesen, Torfinnur Jákupsson, Maria Rich og Ulrich Thomsen. (Mynd: Instagram).
Kristian Waag Dam
22. juni 2022 kl. 12:20

Í gjár vann føroyska krimisjónvarpsrøðin, Trom, tvær virðislønir á Monte-Carlo Television festivalinum.

Talan var um eina virðisløn til høvuðsleiklutin í filminum, Ulrich Thomsen, ið spælir Hannis Martinsson. Haraftrat vann Trom eisini virðislønina “special jury prize”.

Torfinnur Jákupsson, Olaf Johannesen, Maria Rich og Ulrich Thomsen vóru øll hjástødd, tá viriðslønirnar vóru handaðar í Monte Carlo í Monaco.

Skipað var fyri festivalinum fyri fyrstu ferð í 1961 av táverandi fúrstanum í Monako, Rainier fúrsta. Albert fúrsti, sum í dag er fúrsti í Monako, var hjástaddur í gjar, tá virðislønirnar vóru handaðar.

Leys Størv