Tropisk melduródn kravt 190 mannalív

Ein tropisk melduródn, ið er navngivin Freddy, hevur herja í Afrika í fimm vikur, í vikuskiftinum rakti ódnin, aftur í Malawi

Annika Repond Sørensen
14. mars 2023 kl. 15:16

Ódnin "Freddy" er seinasta mánaðin farin millum lond i Suðurafrika og hevur rakt londini Mozambique, Malawi og Madagaskar. Fleiri eru deyð, og ótti er fyri at útbrótið av kolera fer at versna orsakað av ódnini og stórum mongdum av vatni.

Sambært World Meterological Organization er ódnin ein tann kraftarmiklasti, ið nakrantið er mátað á syðru heimshálvu
Ódnin tykist eisini at verða óvanliga langdrigin, í fimm vikur hevur ódnin herja, og er fyrst í dag við at steðga síni ferð.


Tað er enn ikki gjørligt at siga akkurát hvussu ógvuslig oyðileggingin er, sigur heilsumálaráðharrin í Mozambique, Armindo Tiago.

Tropiska ódnin hevur við sær, at kolera útbrot ið longu herjar i landinum Malawi , kan væntast at versna
- Í løtuni doyggja fólk, tí tey drukna, verða rakt av skriðulop, ella tí húsini søkka saman. Men um koleran tekur dik á seg, og fólk ikki kunnu verða viðgjørd, kunnu vit koma at síggja eitt skjótt vaksandi deyðatal
sigur Eva Jordung Nicolson, landsstjóri í Malawi fyri Danska Reyða Kross.

 Malawi, er tað landi ið er harðast rakt av ódnini, har búgva fýra miliónir menniskju sambært Danska Reyða Kross.