Trúgvason gevur út sítt fyrsta staklag

Lagið er eitt lætt hugtakandi lag um ein summardag í Føroyum

Fríðmundur Nattestad
11. juni 2024 kl. 12:30

Janus Trúgvason, ella bara Trúgvason, hevur í dag latið úr hondum sítt fyrsta staklag. Lagið kallast Summar.

- Summar er eitt lætt hugtakandi lag um ein summardag í Føroyum. Yrkingin er ein modernisering av Lítlu Elsu, sum stórt sæð allir føroyingar kenna, latin í ein búna av country kendum tónum, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.

Hoyr lagið her