Trump hevur skotið valdystin í gongd

Trump sær Ron DeSantis sum sína størstu hóttan og hann fekk eisini av grovfíluni frá fyrrverandi forsetanum

Ragnar Sjúrðarson
26. mars 2023 kl. 14:37

Tað vóru mong týdningarmikil evnir, sum Donald Trump skuldi náa at umrøða uppá 90 minuttir

Á einum flogvølli í Waco, Texas helt Donald Trump í gjár sín fyrsta veljarafund í stríðnum um forsetaembætið í 2024. Slagorðini eru tey somu sum í 2016: "Make America Great Again".

Men fyri at kunna stilla upp til forsetavalið í 2024, skal Trump fyrst verða tilnevndur sum forsetavalevni hjá Republikanska flokkinum. Ein uppgáva, sum Trump longu er væl í gongd við at kempa fyri.

Og her er tað serliga ein maður, sum Trump ræðist kann forða honum í sínum ætlanum. Hann eitur Ron DeSantis og er guvernørur í Florida.

Inntil víðari eru tað bert tríggir republikanarar, sum alment hava boða frá, at tey vilja verða republikanska valevni til forsetavalið í 2024. Tey eru Donald Trump, fyrrverandi ST-sendifrúin Nikki Haley, og tech stjórin Vivek Ramaswamy.

Sjálvsagt ganga eisini leysasøgur tá mann nærkast einum forsetavali. Ein av leysasøgunum eru, at guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, hevur ætlanir um at stilla upp. De Santis hevur havt undanvind seinastu árini, og er ógvuliga væl lýddur millum republikanskar veljarar.

Hetta er Trump greiður yvir. Tí legði hann hart eftir eftir tí 44 ára gamla republikanaranum.

-    Florida hevur havt øgiliga framgongd í nógv ár, eisini fleiri ár áðrenn hesin maðurin bleiv guvernørur, ljóðaði tað frá Trump í eini roynd, at tosa nirðandi um guvernørin.

Sambært fyrrverandi forsetanum er tað eisini takkað verið honum, at RonDeSantir bleiv valdur til guvernør í 2019.

-    Eg legði ætlanir fyri veljarafundir hjá Ron. Tað vóru vit, sum fingu hann uppstillaðan. Og so fingu vit hann valdan inn aftaná, segði Trump.

Í eini samrøðu við miðilin Newsmax fríggjadagin, segði Trump, at DeSantis var “úti av politikki”, inntil Trump kom og hjálpti honum. Og at DeSantis er óloyalur, tí hann ikki hevur avvíst, at stilla upp í móti Trump.

Fleiri keldur nær Trump-átakinum hava sagt við RealClearPolitics, at fólk, ið arbeiða fyri ella við RonDeSantis, verða útihýst frá bæði Trump-átakinum, og frá einum møguligum starvi í hvítu húsinum, um hann skuldi blivið forseti aftur.