Trump: - Hósdagin fari eg til Georgia fyri at blíva handtikin

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump fer at geva seg upp í hendurnar hjá myndugleikunum í Fulton í serstatinum Georgia.

Ragnar Sjúrðarson
22. august 2023 kl. 17:20

Tað skrivar Trump sjálvur á sínum sosiala miðli, Truth Social, eftir at CNN fyrr á degnum greiddi frá málinum.

-    Hósdagin fari eg til Atlanta, Georgia, fyri at blíva handtikin, skrivar Trump.

Ákærar í Georgia ákærdu í síðstu viku Trump fyri 13 møgulig lógarbrot í samband við eitt mál um eina roynd at broyta úrslitið av forsetavalinum, sum var í november 2020.

Trump hevur avvíst, at hann hevur gjørt nakað galið í málinum, og í eini viðmerking hevur valtoymi hansara sagt at ákærurnar móti honum eru politiskt motiveraðar og íverksettar av Demokratunum.