Trupulleikar kunnu vera við gjaldskortum, sjálvtøkum og netbankunum sunnunáttina

Bankarnir viðmæla fólki at hava reiðan pening uppi á sær, um ein skal brúka pening tá

Fríðmundur Nattestad
12. apríl 2024 kl. 16:00

Vegna dagføringar kunnu vera trupulleikar við gjaldskortum, sjálvtøkum og netbankunum sunnunáttina 14. apríl, ímillum klokkan 01.00 og 05.00.

Hesum boða Betri Banki og Føroya Banki frá.