Trý fólk ákærd fyri at leggja yvirgangsatsókn til rættis

Ákærumyndugleikin í Danmark hevur ákært tveir menn og eina kvinnu fyri at leggja eitt yvirgangsálop til rættis. Hesum boðar Ákærumyndugleikin frá í einum tíðindaskrivið.

Myndin er frá tíðindafundinum, ið var hildin stutt aftaná handtøkuna av teimum 13 fólkunum í Holbæk í februar. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
20. juni 2022 kl. 15:58

Ákærumyndugleikin í Danmark hevur ákært tveir menn og eina kvinnu fyri at leggja eitt yvirgangsálop til rættis. Hesum boðar Ákærumyndugleikin frá í einum tíðindaskrivið.

Málið byrjaði í februar fyrr í ár, tá 13 fólk vóru handtikin av donsku fregnartænastuni, PET, ymsastaðni í Holbæk. Síðan tá eru fleiri av teimum handtiknu leyslatin og skuldsetingar tiknar aftur.

Hóast fleiri vóru leyslatin, so hevur ákærumyndugleikin varhugan av, at hesi trý høvdu útvegað sær vápn, lóður og aðra útgerð til at framleiða bumbur, ið skuldu brúkast í einum yvirgangsálopi. Tískil hava tey trý verið varðhaldsfongslað síðan handtøkuna í februar.

Sambært tíðindaskrivinum, hevur handtøkan av hesum trimum forða fyri einum yvirgangsálopið í antin Danmark ella útlandinum.

Tey trý eru eisini ákærd fyri at hava fíggjað eina yvirgangsfyritøku. Sambært ákæranum hava tey flutt eina ávísa upphædd til ein persón, ið hevur tilknýti til Islamisk Stat.

Haraftrat eru tvey av teimum trimum fólkunum eisini ákærd fyri at hava hjálpt einum øðrum, sum hevur tilknýti til Islamskan Stat við samskifti og leitan á internetinum.

Rættarmálið móti teimum trimum ákærdu byrjar í rættinum í Holbæk í august.

Leys Størv