Trý fólk tikin á prutli - har var nógv ólógligt

Løgreglan hevur gjørt nakað burtur úr at gera kanningar av ymsum slagi

Áki Bertholdsen
6. mars 2024 kl. 07:47

Í gjáramorgunin steðgaði løgreglan einum prutli í Hoyvík. Tað vísti seg, at umframt føraran, sótu tvey onnur fólk á prutlinum. 

Tað er ikki loyvt at hava ferðafólk við sær á prutli. Men tað var verri enn so, tí tað vísti seg at prutlið var tunað so tað koyrdi nógv skjótari enn loyvt er. Og harafturat var førarin bara 14 ár, so hann hevði heldur ikki koyrikort til prutl. Talan var um eitt lítið prutl, so aldursmarkið er annars 15 ár. 

Løgreglan sigur, at tann, sum eigur prutlið fær eisini bót fyri at hava lænt einum tað, sum ikki hevur koyrikort til tað. 

Seinnapartin í gjár fekk ein maður 1500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Á miðdegi í gjár varð hann tikin fyri at vera harðmæltur og hóttandi í miðbýnum og varð tikin á løgreglustøðina eina løtu at kólna aftur.

Somuleiðis varð ein bilur steðgaður í gjárkvøldið har bilførarin er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og í bilinum fann løgrglan eisini ymsa útgerð til at roykja hassj við.

Í nátt hevur løgreglan annars koyrt runt við tí endamálið at kanna um bilførarar vóru edrúir og har varð eingin tikin. Løgreglan koyrdi eisini runt í handilsøkjum í Havnini fyri at vita um nakað var á vási ella tey komu fram á nakað innbrot, men har var alt stilt og friðarligt.