Trý listafólk fáa løn í trý ár

Tey fingu 23 umsóknir, so tað var ringt at taka eina avgerð, sigur nevndin fyri mentanargrunnin  

Áki Bertholdsen
22. juni 2023 kl. 11:13

Nevndin fyri mentanargrunnin hevur nú gjørt av at lata trimum listafólkum løn í trý ár, so at tey fáa arbeitt við list burtur av.

Tey trý listafólkini eru rithøvundurin, dMarjun Syderbø Kjelnæs, myndlistamaðurin, Hanni Julius Bjartalíð ogtónaskaldið, Dánjal Dam á Neystabø.

Nevndin sigur, at tey fingu 23 umsóknir, sum allar vóru á einum sera høgum, listarligum stigi. Tí var tað torført at taka dagar ímillum umsóknirnar.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.