Trý reyð kort kostaðu nógv

Víkingur og HB rógva borð um borð í toppinum, og ÍF og B68 rógva borð um borð í botninum

Jóannes Hansen
20. mai 2024 kl. 22:29

Fýra dystir í 10. umfari vóru í dag. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Víkingur og HB eru ovast við 27 stigum. HB hevur vunnið fulla úrtøku burtursæð frá á útivølli ímóti Víkingi, sum vann 2-1, og Víkingur hevur fulla úrtøku burtursæð frá á útivølli ímóti KÍ, sum vann 2-1.

Í annaðkvøld verður síðsti dystur í 10. umfari. Tá fæst at vita, um KÍ verður trý, fýra ella seks stig aftanfyri tey bæði toppliðini. Klaksvíkingar fara týskvøldið út á Skála.

Í botninum broyttist einki í dag. Fyri aðru ferð í eina viku endaði tað javnt millum ÍF og B68. Á Toftum endaði tað við málleysum javnleiki, og í dag endaði tað 2-2. B68 og ÍF hava trý stig fyri tríggjar javnleikir. Tað eru bara hesi bæði og EB/Streymur, sum í løtuni eru hótt av niðurflyting. Í dag tapti EB/Streymur 2-0 í Sørvági.

B68 var frammanfyri 2-1, tá ið tað var hálvleikt í Fuglafirði, og ÍF javnaði til 2-2 í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Eftir at Villiam Emil Klein hjá B68 sá gult fyri aðru ferð og harvið eisini reytt, tá ið tað restaðu fimm minuttir, øktist trýstið ímóti B68 málinum, og at enda eydnaðist tað ÍF at javna.

Í Sarpugerði í Norðragøtu sá Dion Splidt hjá NSÍ gula kortið fyri aðru ferð, tá ið tað restaðu 24 minuttir. Tá var støðan framvegis málleysur javnleikur, og NSÍ vardi væl og royndi framvegis at leypa á. Men í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði Víkingur tvey mál.

Í Gundadali er alt, sum tað oftast plagar at vera. HB vann grannauppgerðina ímóti B36 2-1, og tað er bara málmunurin, sum skilir toppliðið Víking og HB. Í Gundadali sá innskifti Hannes Agnarsson gula kortið tvær ferðir, tá ið tíðin var farin, og harvið verður hann leikbannaður, tá ið B36 leygardagin fer at spæla á útivølli ímóti NSÍ, sum fyri stuttum vann 1-0 á heimavølli ímóti B36. Eftir 10 umfør hevur NSÍ 18 stig, og B36 hevur 14 stig.

Eftir 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi er 07 Vestur úrtøkan størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið eftir 10 umfør. 07 Vestur er á sætta plássi við 14 stigum. Tað er bara málmunurin á muni millum B36 og 07 Vestur, sum leygarkvøldið fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.  

ÍF – B68 2-2 (1-2)

0-1: Brian Jakobsen 15.

1-1: Elvio Gelmini 40.

1-2: Brian Jakobsen 45.

2-2: Elvio Gelmini 94.

Dómari: Rúni Olsen

Víkingur – NSÍ 2-0 (0-0)

1-0: Poul Kallsberg 92.

2-0: Martin Klein Joensen 96.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

07 Vestur – EB/Streymur 2-0 (0-0)

1-0: Emil Grønn Pedersen 56.

2-0: Magnus Sand Isager 91.

Dómari: Dagfinn Forná

 

 HB – B36 2-1 (1-0)

1-0: Mikkel Dahl 43.

1-1: Marius Kryger Lindh 51.

2-1: Viljormur Davidsen 69.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

Týsdagin 21. mai

Skála – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 19.00

Víkingur

10

9

0

1

27

6

27

HB

10

9

0

1

22

7

27

9

7

0

2

19

7

21

NSÍ

10

6

0

4

20

14

18

B36

10

4

2

4

17

15

14

07 Vestur

10

4

2

4

13

17

14

Skála

9

3

1

5

13

17

10

EB/Streymur

10

1

1

8

10

19

4

B68

10

0

3

7

6

19

3

ÍF

10

0

3

7

9

35

3

Leygardagin 25. mai

Víkingur – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 19.00

NSÍ – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

HB – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 17.00

Sunnudagin 26. mai

KÍ – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 15.00