

Umframt bilførararnar sum vórðu tiknir var eitt mál um herverk á bilar. Onkur hevur skøvað fleiri bilar sum stóðu parkeraðir í Havn. Løgreglan sigur at tey hava góðar slóðir at ganga eftir. Eisini var ein fráboðan um ein hund sum var til ampa fyri grannarnar í Eysturoynni.
Tíðliga í morgun kom eisini ein fráboðan um eld í einum trukki á Tvøroyri. Alt spældi væl av har, og fólk á staðnum fingu hálað battaríi úr trukkinum og sløkt eldin.
Rúsdrekka og promillukoyring
Tað var millum kokkan 04.00 og 06.00 farnu nátt, at bilførararnir vórðu tiknir. Allir vórðu koyrdir á landssjúkrahúsið fyri at taka blóðroyndir. Ein av bilførarunum var undir 18 ár, og hevði tí ei heldur koyrikort.
Skiftandi tøl
Sambært hagstovuni vóru 128 ákærur fyri rúsdrekka og promillukoyring. Tey lægstu tølini seinastu 20 árini vóru í 2017 og 2018. Tá vóru ávikavíst 70 og 75 ákærd fyri brot á §16 í ferðslulógini, sum fevnir um rúsdrekka- og promillukoyring.
Ár: | 2011 | 2012 | 2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 | 2021 |
Ákærd: | 115 | 126 | 117 | 105 | 107 | 117 | 70 | 75 | 210 | 134 | 128 |
Kelda: Hagstova Føroya