“Tú møtir akkurát teimum somu fólkunum á veg niður eftir”

Hyggjuráðini frá abbanum hava tænt Frimodt Rasmussen væl í lívinum sum vinnulívsmaður og politikari. Tað greiðir Frimodt frá í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna

Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, ið verður sýnd á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld klokkan 19:30
Tíðindaskriv
15. mars 2023 kl. 16:48

Hyggjuráðini frá abbanum hava tænt Frimodt Rasmussen væl í lívinum sum vinnulívsmaður og politikari. Tað greiðir Frimodt frá í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, har hann er gestur. Sendingin verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19:30 og endursend sunnukvøldið.

Frimodt var ársins leiðari í 2018
Komandi fríggjadag verður skipað fyri Ársins Leiðaradegi, har ársins leiðarar innan tað privata vinnulívið og almenna geiran 2023 verða heiðraðir. Teir 3 topp kandidatarnir innan privatu vinnuna eru: Brian Smedemark, Trygd, Sune Justinussen, JT Electric, og Kirstin Hammer, Gómagott. Kandidatarnir til heiðurin sum ársins almenni leiðari eru Alexandra á Dul, Klaksvíkar Sjúkrahús, Leif Abrahamsen, Gjaldstovan, og Bjarni Johannesen, borgarstjóri í Vági.

Í 2018 bleiv Frimodt Rasmussen kosin til ársins leiðara innan tað privata við millum annað hesum grundgevingunum:

- At hann stendur á odda fyri eini vælvirkandi skipasmiðju

- At Frimodt við sínum nærlagna, virkisfýsna og framskygda lyndi er ein fyrimynd og kveikjari fyri starvsfólk síni, sum trívast fakliga og sosialt

- Við honum tekur KSS seg alsamt fram og veksur, sum eisini sæst aftur í eini góðari botnlinju.

Í sendingini í kvøld fer Frimodt millum annað at greiða frá um sína leiðslustíl sum stjóri á KSS og um at fara frá at vera vinnulívsmaður til at gerast tingfólk – og aftur. Eisini verður ein støðulýsing av KSS og smiðjuvinnuni, sum fyritøkan virkar í.

Pápin og abbin eru størstu fyrimyndirnar
“Minst nú til, hvussu tú uppførir á veg upp eftir, tí tú møtir akkurát teimum somu fólkunum á veg niður eftir” vóru ráðini frá abbanum Frimodt til Frimodt, tá hann byrjaði upp á sína starvsleið.

Í samrøðuni í sendingini í kvøld vísir Frimodt til pápa sín Grím, skipari og vinnulívsmaður, og Frimodt, maskinsmiður, sum størstu fyrimyndirnar hjá sær.

Sendingin Búskapur & Vinna verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19:30. Vertur er Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.