Tuchel uppsagdur

Skiftandi úrslitini frá í fjør er vorðin til vánalig úrslit í ár, og nú hevur felagið gjørt av at senda venjaran til hús

Mynd: EPA
Steinar Patursson
7. september 2022 kl. 10:23

Chelsea Football Club boðar í dag frá, at felagið hevur kvett samstarvið við venjaran Thomas Tuchel.

Boðini koma eftir eitt vánaligt avrik móti Dinamo Zagreb í gjár, sum eisini endaði við einum 1-0 sigri til heimaliðið í Zagreb, umframt eina rættiliga vánaliga byrjan upp á kappingarárið í heimligu Premier League kappingini.

Chelsea Football Club sigur í fráboðanini, at Thomas Tuchel eigur eitt pláss í Chelsea søgu, eftir at hann megnaði at vinna Champions League, Super Cup og Club World Cup við felagnum.

Felagið leggur kortini aftrat, at nýggju eigararnir meta, at stundin er komin til at skifta venjaran.

Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar, fyrr enn nýggjur venjari verður settur.