Tungur trumfur var eftir í Føroyum

Sjálv hevur góði spælarin, sum ikki fekk landsliðsboð, onga viðmerking til, hví hon ikki er í landsliðshópinum hesa ferð

Jonhard Hammer
28. februar 2024 kl. 21:38

Føroyski hondbóltsheimurin hevur nógv at fegnast um í kvøld. Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hava Føroyar í kvøld vunnið ein EM undankappingardyst í hondbólti fyri kvinnur. Søguligi sigurin varð vunnin í Luksemborg, og úrslitið var 34-16 eftir hálvleiksstøðuna 16-9.

Sunnudagin klokkan 17 verður returdysturin á Hálsi.

Tað er møguleiki fyri, at Føroyar kunnu vinna seg í EM endaspælið, sum í desember verður í Sveis, Eysturríki og Ungarn. Møguleikin er í, at Føroyar enda á triðja plássi í bólkinum, og at Føroyar verða millum bestu tríararnar. So fara Føroyar at kvalifisera seg til endaspælið á sama hátt, sum menninir kvalifiseraðu seg í EM endaspælið, sum í januar í ár var í Berlin.

Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Íslandi og Luksemborg. Føroyar og Luksemborg hava tapt ímóti Svøríki og Luksemborg. Í kvøld og sunnudagin hittast Ísland og Svøríki. Fyrri dysturin varð spældur í Reykjavík í kvøld. Svøríki vann 37-24. Tí er Svøríki favorittur at vinna bólkin, og Ísland verður næstbest.

Í kvøld løgdu Føroyar av álvara lunnar undir møguleikan at enda á triðja plássi.

Hondbóltshugað hava lagt til merkis, at Turið Arge Samuelsen, sum skoraði 15 mál, tá ið Kyndil næstsíðsta leygardag vann steypafinaluna ímóti Neistanum, ikki er við á ferðini í Luksemborg. Vit hava spurt Turið, um hon gav  avboð til hesa ferðina. Tað hevur hon ongar viðmerkingar til.

Tá ið landsliðið var saman og vandi undan jólum, var Turið Arge Samuelsen ikki við, tí hon hevði givið avboð. Tá ið vit í kvøld spurdu hana, um hon nú aftur er tøk at spæla á landsliðnum, so hevur hon ongar viðmerkingar.