Nú mesta samferðslan millum Havnina, Eysturoynna og Norðoyggjar fer ígjøgnum Eysturoyartunnilin, er upplagt at bera so í bandi, at ferðslan til og frá Norðoyggjum, Gøtu, Fuglafirði og Leirvík verður leidd eftir vestara armi á Skálafjørðinum.
Hetta hevði minkað um ferðsluna í bygdum øki á eystaru síðu á fjørðinum, og eisini hevði sloppist undan Gøtueiði, har eitt nú hálka ofta er ein trupulleiki.
Í januar 2020 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, einum fyrispurningi um at gera tunnil millum Gøtudal og Skálafjørð. Í svarinum segði hann, at í 2019 vóru tvey jarðfrøðilig hol borað ávikavist við Varmakeldueiðið og omanfyri Syðrugøtu í sambandi við Gøtudalstunnilin.
Hann segði eisini, at tá ið endaligu niðurstøðurnar frá jarðfrøðiligu kanningunum vóru gjørdar, fór at bera til at fara víðari við fyrireikingunum og leggja tunnilslinjuna við atliti til jarðfrøðina.
Eisini upplýsti landsstýrismaðurin, at arbeitt bleiv við eini langtíðarløguætlan, har støða millum annað skuldi takast til, hvussu ein játtan til Gøtudalstunnil skuldi verða raðfest.
Eg havi nú sett núverandi landsstýrismanni á økinum, Dennisi Holm, ein § 52a fyrispurning um tunnilin. Spurningarnir eru hesir:
1. Hvussu gongur við at fyrireika verkætlanina Gøtudalstunnil?
2. Er liðugt at gera jarðfrøðiligu kanningarnar av økinum, har tunnilin ætlandi skal verða?
3. Hvat siga kanningarnar um møguleikan at gera tunnilin?
4. Verður Gøtudalstunnilin við í eini komandi langtíðarløguætlan?
Sambært tingskipanini skal landsstýrismaðurin svara fyrispurninginum í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir at hann er settur.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin