Tunnil til Suðuroyar er mettur at kosta 5,4 milliardir krónur

Landsverk hevur í dag kunnað løgtingslimir um búskaparligu forkanningarnar av einari nýggjari farleið til Suðuroynna. Høvuðsniðurstøðan er, at fíggjarliga avbjóðingin er sera stór, og at ferðslan í mesta lagi megnar at rinda tíggju prosent av íløguni

Sigurjón Einarsson
21. oktober 2021 kl. 16:30

Landsverk kunnaði í dag løgtingslimir um búskaparligu forkanningarnar av einari nýggjari farleið til Suðuroynna. Høvuðsniðurstøðan er, at fíggjarliga avbjóðingin er sera stór, og at ferðslan í mesta lagi megnar at rinda tíggju prosent av íløguni.

Løgtingið játtaði í 2019 fimm milliónir krónur til búskaparligar og jarðfrøðiligar kanningar av einari nýggjari farleið til Suðuroynna. Jarðfrøðiligu kanningarnar verða væntandi lidnar seinni í ár, meðan búskaparligu forkanningarnar vórðu latnar landsstýrismanninum við fíggjarmálum í vikuni.

Búskaparligu forkanningarnar eru bygdar á greiningarfrymilin hjá ST fyri burðardyggari menning, har tríggir tættir verða kannaðir. Talan er um eina búskaparliga kost-nyttu greining, eina samfelagsliga greining og eina umhvørvisliga greining.

Høvuðsniðurstøðurnar eru hesar:

1. Ein tunnil til Suðuroyar er ein risa íløga. Tunnilsverkætlanin - uttan avleiddar verkætlanir - verður mettur at kosta 5,4 milliardir krónur. Upphæddin svarar til umleið eina almenna fíggjarlóg ella 1/4 av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Í mesta lagi tíggju prosent av kostnaðinum kunnu fíggjast við brúkaragjøldum.

2. Búskaparliga greiningin vísir, at ein ferjuleið er besta loysnin, har ein undirsjóvartunnil gevur eitt netto samfelagsligt tap uppá 1,6 milliardir krónur yvir 50 ár.

3. Samfelagsliga greiningin bendir á, at ein nýggj farleið til Suðuroyar hevur samfelagsligar ágóðar við sær. Fyri fólkatal og aldursbýti, fyri virksemi og hægri lønarlag í oynni.

4. Ein undirsjóvartunnil er besta loysnin fyri umhvørvið. Samanborið við verandi farleið, so minkar útlátið av CO2 við 230.000 tonsum yvir 50 ár.

5. Ein skilagóð loysn skal finnast til nýtslu av tunnilsgrótinum, áðrenn farið verður undir verkætlanina.

Forkanningin av einari nýggjar suðuroyarleið byrjaði á sumri í 2020. Í arbeiðnum eru brúktar bæði skrivligar og munnligar keldur úr Føroyum og uttanlands. Greiningarnar byggja á altjóða virðurkend forrit, sum er brúkt sum amboð í arbeiðnum.

Forkanningin upp á 80 síður kann takast niður her og framløgan, sum var hildin fyri løgtingslimum og á tíðindafundinum seinnapartiin í dag kann takast niður her.