Turkaland forðar enn fyri svenskum NATO limaskapi

NATO aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, fer mánakvøldið at fundast við forsetan í Turkalandi, Erdogan, og forsetan í Svøríki, Ulf Kristersson, um limaskapin

Ragnar Sjúrðarson
6. juli 2023 kl. 17:00

Sviar hava gingið øllum ynskjum hjá turkisku stjórnini á møti fyri at loyva teimum í NATO, og tí átti Svøríki eisini komið í verjusamgonguna umgangandi.

Tað er fráboðanin frá NATO aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, eftir at uttanríkisráðharrarnir úr Svøríki, Turkalandi og Finlandi í dag fundaðust í høvuðssætinum hjá NATO í Bruxelles.

Snúningsdepilin var framhaldandi mótstøðan hjá Turkalandi tá tað kemur til at loyva Svøríki í verjusamgonguna.

Ein og hvør víðari seinkan av svenskum limaskapi er kærkomin fyri PKK og Putin forseta, sigur aðalskrivarin.

Svøríki sendi sína umsókn avstað fyri meiri enn einum ári síðani, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina. Men turkiska stjórnin er m.a ónøgd við, at Svøríki húsar kurdarum frá arbeiðaraflokkinum PKK, sum er á yvirngangslistanum hjá bæði Turkalandi og ES.

Týsdagin og mikudagin í næstu viku hittast NATO londini til topfund í høvuðstanum í Litava, Vilnius. Jens Stoltenberg fer mánakvøldið at fundast við forsetan í Turkalandi, Erdogan, og forsetan í Svøríki, Ulf Kristersson, um limaskapin.

Hann metir, at tað er gjørligt, at har kemur ein positiv fráboðan um svenska limaskapin á topfundinum.