Turkaland tekur undir við svenskum Nato limaskapi

Nú er tað bara Ungarn av Nato limalondunum, sum ikki hevur góðkent Svøríki sum lim í Nato

Jóannes Hansen
23. januar 2024 kl. 20:34

Tað hevur verið bíðað eftir, at Turkaland fór at góðkenna, at Svøríki verður limur í Nato. Nú er bíðitíðin av, tí í kvøld hevur turkiska tjóðartingið góðkent, at Svøríki verður limur í Nato. Nú er tað bara Ungarn, sum ikki hevur góðkent svenskan Nato limaskap.

Turkiska tjóðartingið samtykti góðkenningina av Svøríki sum limur í Nato eftir orðaskifti í fleiri tímar.

Turkiska góðkenningin av Svøríki verður veruleiki, tá ið Tayyip Erdogan forseti hevur skrivað undir. Hann hevur sagt, at tað fór hann at gera, tá ið tingið hevði samtykt at taka undir við svenskum Nato limaskapi.

Tað verður roknað við, at Erdogan seinni í vikuni fer at skriva undir.

Burtursæð frá Ungarn hava øll limalondini samtykt at taka undir við, at Svøríki verður limur í Nato, skrivar Ritzau í kvøld. Í løtuni eru 31 lond limir í Nato.