Turkish delight á Tórsvølli

Tá endin er góður, er alt gott! Føroyar hava í kvøld vunnið 2-1 móti Turkalandi á Tórsvølli. Harvið settu vit eitt gott punktum fyri hesari Nations League-kapping

Viljormur Davidsen skoraði fyrra føroyska málið (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
25. september 2022 kl. 22:06

Tórsvøllur: Eitt sera svangt føroyskt lið, sum trýsti turkar høgt uppi á vøllinum, hevur í kvøld sett eitt gott punktum í hesari Nations League-kappingini við at vinna 2-1 móti fólkaríka Turkalandi.

Samanborið við dystin í Litava farna hósdag, sum endaði við javnleiki 1-1, hevði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, framt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini í dystinum móti Turkalandi.

Tað var eisini at tendrað føroyskt lið, sum legði bragdliga frá landi. Tað var eyðsæð, at føroyingar skuldu bróta skjóta turkiska spælið, og tað eydnaðist eisini væl fyrstu løtuna av dystinum.

Hóast tað ikki vóru nógvir málkjansir fyrsta hálva tíman av dystinum, so vísti føroyska liðið góðar taktir og vóru væl við. Turkar vitjaðu eisini í føroysku hálvuni, men uttan at tað gjørdist vandamikið.

Turkar hildu, at teir høvdu fingið mál fimm minuttir fyri hálvleik, men lukkutíð var VAR við okkum hesa ferð – í mun til útidystin móti Litava farna hóskvøld.

Minuttin eftir fáa Føroyar fríspark í góðari støðu, men skotið frá Jóannes Bjartalíð fór tíverri framvið málinum.

Móti endanum av hálvleikinum var tað brádliga indianarafótbóltur eina løtu. Fyrst eru turkar við at koma sær í eina góða støðu eftir misskiljing millum føroysku spælararnar á miðjuni, men tíbetur kemur liðið skjótt upp á pláss, og so spyrst einki burturúr. Løtu seinni sløsa turkar bóltin vekk. Meinhard verður sendur avstað í vinstru, har tað eru tríggir føroyingar móti trimum turkum, men tíverri glíður Meinhard í brotsteiginum, so har spyrst heldur einki burturúr.

0-0 í hálvleikinum.

Ofta hava føroyingar fingið ein vátan vøtt í andlitið, tá seinni hálvleikur er byrjaður, tá vit hava verið væl við í fyrra hálvleiki, men hesa ferð vóru tað vit, ið góvu vátar vøttur í andlitið á mótstøðuliðnum. Sølvi, ið spældi sín dyst nummar 60 í kvøld, er komin í góða støðu í høgru, og tá er hann vandamikil. Hann sendir innlegg innfyri, sum endar heilt úti við brotsteigarmarkið í vinstru, har liðskiparin í kvøld, Viljormur Davidsen, er komin væl framvið, og hann ger ikki frægari enn at senda bóltin í turkiska málið, og so vóru vit á odda 1-0.

Heimasíðan livescore.com trýr ikki hesum, og skrivar, at Viljormur hevur skorað sjálvmál.

Løtu seinni mundi aftur verið galið, tá málverjin hjá turkum var farin ein av hesum tiltiknu kei-túrunum. Hann er við at koma í hóslag við tveir føroyingar, men fær onkursvegna krøkt bóltin aftur til síns og sparka bóltin av vandaleið.

Men tað sást, at hetta var eitt ótrúliga svangt føroyskt lið á Tórsvølli í kvøld. Føroysku leikararnir vildu meira, og hetta gav eisini úrslit, tá ein tími var leiktur. Jákup B., sum spælir sum ein rutineraður revur, hevur vunnið bóltin á turkisku hálvuni, sendir ein góðan bólt fram til Jóan Símun Edmundsson, ið ikki ger mætari enn at smekka bóltin í handara horn. 2-0 til Føroyar!

Eftir hetta skiftið dysturin skap. Nú skuldi bindast fyri.

Føroyingar stríddust at verja borg, meðan turkar stríddust at herja á borg, og tað gav eisini at bíta í næstseinasta minutti, tá Serdar Gürler brádliga smekkar bóltin í føroyska málið, eftir trunkaspæl.

Seinastu løtuna bløddu føroysku leikararnir blóð og merg, so sigurin kundi fáast í hús. Og leikararnir fingu eisini løn fyri stríðið, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

Endaliga úrslitið gjørdist tí 2-1 til Føroyar, og tað var fult uppiborið.

54.000 føroyingar móti 84 milliónir turkum, men á vøllinum eru tað 11 móti 11, og hesa ferð vóru tað okkara 11, ið vóru við yvirlutan.

Byrjunaruppstillingin hjá Føroyum (4-5-1):

Teitur Gestsson – Gilli Sørensen, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Jákup Andreasen, René Shaki Joensen, Meinhard Olsen – Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum vóru Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Mads Boe Mikkelsen, Klæmint Olsen, Patrik Johannesen og Pætur Petersen.