Turkiski innanríkisráðharrin: Kurdar eiga ábyrgdina

Tað var ein kvinna úr Sýria, ið framdi bumbuspreingingina í Istanbul í gjár, sum drap seks fólk og særdi 81. Hesum hevur løgreglan í Istanbul boðað frá, skrivar tíðindamiðilin Reuters

Seinnapartin í gjár brast bumba á handilsgøtuni Istikal, sum liggur mitt í Istanbul. Handilsgøtan er altíð full av fólki, bæði lokalum og ferðafólkum. Seks fólk lótu lív, og 81 fólk vóru særd. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
14. november 2022 kl. 10:20

Tað var ein kvinna úr Sýria, ið framdi bumbuspreingingina í Istanbul í gjár, sum drap seks fólk og særdi 81.

Hesum hevur løgreglan í Istanbul boðað frá, skrivar tíðindamiðilin Reuters.

Kvinnan stendur tó ikki einsamøll við ábyrgdini. 46 persónar vera í løtuni hildnir aftur av løgregluni í samband við bumbuálopið.

Sambært Suleyman Soylu, innanríkisráðharranum í Turkalandi, so metur man, at tað er kurdiska rørslan Kurdiski Arbeiðaraflokkurin (PKK), sum stendur aftanfyri álopið.

- Vit hava varhugan av, at boðini um atsóknina komu úr Kobane, sigur Suleyman Soylu sambært Reuters.

Í býnum Kobane har norðuri í Sýria - nærindis turkiska markinum - hava seinastu árini verið samanbrestir ímillum kurdiska YPG-herin og turkiskar deildir.