Tvær broytingar eru á skálaliðnum

KÍ er í somu uppstilling, sum var á vøllinum í heimasigrinum ímóti Víkingi

Jóannes Hansen
21. mai 2024 kl. 18:31

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í síðsta dystinum í 10. umfari. Dysturin er undir mýruhjalla á Skála, har trífalda meistaraliðið úr Klaksvík vitjar.

Sammett við, tá ið Skála fyri stórari viku síðani tapti 3-0 á heimavølli ímóti HB, so hevur Pauli Poulsen gjørt tvær broytingar. Nýggir á liðnum eru miðvallarin Kristian Martin Johansen, sum ikki var tøkur ímóti HB, og ungi álopsspæarin Markus Isaksen. Hann avloysir Ragnar Skála, sum er leikbannaður í kvøld.

KÍ venjarin hevur sett teir somu ellivu at vera á vøllinum frá fyrsta bríksli, sum vóru tað, tá ið KÍ vann 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Tað vil siga, at millum teir á beinkinum eru Patrick Da Silva, Deni Pavlovic, Pætur J. Petersen og Dávid B. Andreasen, sum skoraði 2-1 sigursmálið ímóti Víkingi. Ta ferðina varð hann skiftur inn í seinna hálvleiki.

Skála – KÍ kl. 19.00

Dómari: Áki Leittisstein Hansen

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Markus J. Hellisdal, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Kristian Martin Johansen, Teitur Poulsen, Marjus Nón – Markus Isaksen, Carlos Ferreira

Venjari: Pauli Poulsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Børge Petersen, Ahmed Latif – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen

Venjari: Espen Haug