Tvær nýggjar sushi-matstovur lata upp

Í dag letur nýggj Etika-matstova upp á Høgabóli í Saltangará, og í næstum verður eisini møguligt at fáa sushi við Sundsvegin í Havn

Sigurjón Einarsson
2. august 2022 kl. 10:30

Føroyingar eru farnir at dáma so væl sushi – so mikið væl, at tvær nýggjar sushi-matstovur lata upp í hesum døgum.

Í dag letur nýggj Etika-matstova upp á Høgabóli í Saltangará, ið fer at húsast í bygninginum “hjá Barberinum”, har Jógvan Hansen, sum í januar 2019 legði saksin á frisørsalongini, ið hann hevði í eina hálva øld, helt til.

Í samband við, at nýggja matstovan letur upp í Saltangará í dag, so verður almenn móttøka millum klokkan 16 og 18, har fólk fáa høvið at fáa sær góðar munnbitar og okkurt leskandi afturvið.

Hin nýggja matstovan letur upp við Sundsvegin í Havn um nakrar vikur. Nýggja matstovan í Havn fer at húsast í nýggja útbygninginum hjá Á-handlinum við Sundsvegin.

– Við nýggju matstovunum, so verður enn lættari hjá havnafólki, hoyvíkingum, eysturoyingum, norðoyingum og øðrum at fara á sushi-matstovu og heinta take away, sigur Halgerð Árnadóttir, matstovuleiðari í Etika.

Síðani Etika læt upp við Áarvegin í Havn í 2009, so hava føroyingar veruliga fingið smakk fyri góðum sushi. Áhugin fyri japanska tjóðarrættinum hevur verið vaksandi í Føroyum, og væl umtókta lítla matstovan við Áarvegin hevur verið nógv vitjað.

Tað er Gist & Vist, ið eigur Etika-matstovurnar.

Tað var í 1400-talinum, at japanar byrjaðu at eta sushi, tá teir byrjaðu at eta innballingina, ið teir fluttu fiskin við, so hann ikki skuldi spillast, nevniliga fermenterað rís.