Tveir bilar koyrdu út av - og vórðu vrak

Tað var hálka, sum tók bilførararnar á bóli

Áki Bertholdsen
18. november 2023 kl. 09:24

I gjáramorgunin hendi tvey ógvuslig ferðsluóhapp, annað í Streymoy og hitt í Eysturoy.

Har var sum á kalvabaki í gjáramorgunin og tað tók bilførararnar á bóli, so at teir mistu tamarhaldið á bilunum og fóru út av.

Hepnir vóru teir, at teir báðir fóru niðan av vegnum og ikki oman av, men kortini vóru stoytirnir so harðir, at báðir bilarnir vórðu vrak.

Tað fyrra óhappið var sunnan fyri brúnna við Streymin, har ein bilur var á veg suður eftir. Men har var so hált, at brádliga misti bilførarin tamarhaldið á bilinum, so hann  fór niðan av. Bilførarin var einsamallur í bilinum og hann slapp snikkaleysur frá óhappinum, men bilurin varð vrak.

Har var so hált, at tað var heldur ikki arbeiðandi hjá bjargingarliðunum, so tey máttu fáa bil at salta vegin so at tey fingu arbeitt.

Tað seinna óhappið var við Ljósá, har tað var sama skilið. Har var sera hált og brádliga misti bilførarin tamarhaldið á bilinum so hann fór niðan av. Eisini í hesum føri var bilførarin einsamallur í bilinum og hann slapp somuleiðis snikkaleysur frá óhappinum, men heldur ikki tann bilurin gerst aftur.