Tveir bilar stoyttu saman tí annar bilførarin ikki helt víkiskylduna

Tað verður ein dýr søga hjá bilføraranum

Áki Bertholdsen
18. november 2023 kl. 10:15

Beint eftir náttúrðatíð í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp mitt á Tvøroyri, Løgreglan sigur, at óhappið hendi í krossvegnum mitt á Tvøroyri, har tveir bilar stoyttu saman. Har hava bilarnir, sum koyra ígjøgnum bygdina, treytaleysa víkiskyldu fyri teimum, sum koma niðan av havnarlagnum, ella fara oman á havnarlagið.

Men í hesum føri var tað ein bilførari, sum ikki helt víkiskyldu og sostatt rendi inn í síðuna á einum bili, sum hevði framíhjárætt at koyra.

Og tað kann verða ein dýr søga. Fyri tað fyrsta er bótin 2.000 krónur, men tá ið tað elvir til samanstoyt, at ein bilførari ikki heldur víkiskylduna, er tað somuleiðis ikki óvanlig, at koyrikortið rýkur.